Heiðraðu Paulinu í Kollafirði

Annika Olsen, borgarstjóri, setti stóru framsýningina hjá Kvøldskúlanum í Fimleikarhøllini í Kollafirði í gjár seinnapartin, har Paulina Eliassen varð heiðrað.

 

Borgarstjórin fegnaðist um ta ótrúliga góðu undirtøkuna, sum Kvøldskúlin hevur fingið í Kollafirði. Av 25 útbodnum skeiðum fóru 20 í gongd, og tað er ein stórur vøkstur í mun til árini fyri. Í ár hava 235 næmingar verið á kvøldsskúlanum, sum er 43 fleiri enn seinasta skúlaár.

 

- Kvøldskúlin er framvegis nógv tann størsti skúlin í landinum, tá ið hugsað verður um næmingatal, og fjølbroyttasti skúli, tá ið hugsað verður um útboð av lærugreinum. 2800 næmingar tilsamans hava gingið í kvøldskúlanum hetta skúlaárið. Skúlin hevur húsast á 32 bústøðum við umleið 140 undirvísarum, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Ein eldsál á skúlanum bleiv heiðrað á serligan hátt. Paulina Eliasen hevur skjótt undirvíst í handarbeiði á skúlanum í 40 ár, og hon hevur við stuðli frá Kvøldskúlanum og Tórshavnar kommunu givið út tvær bøkur um føroysku klæðini. Hetta er eitt megnar arbeiði.

- Hetta skal ikki fara aftur við borðinum, so Paulina - eg fari at biða teg koma upp higar at taka ímóti eini heilsan og eini lítlari sømdargávu frá Tórshavnar kommunu, segði Annika Olsen, sum handaði henni blómur og eitt listarverk av dansiringi við fólki í føroyskum klæðum.