Nógv fólk var í dag komið saman uttan fyri stjórnarráðhúsið í Reykjavík at heiðra Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráðharra, sum hevur sín seinasta politiska starvsdag í dag. Jóhanna boðaði longu í fjør frá, at hon fór ikki at stilla uppaftur.
Fráfarandi forsætisráðharrin segði við tíðindafólk, at hon er nøgd við tað, sum stjórnin hevur avrikað í hesum kreppuárum, men hon legði dent á, at øll tjóðin hevur æru av tí, sum er komið burturúr.
Jóhanna Sigurðardóttir er fyrsta kvinnan, sum gjørdist íslendskur forsætisráðharri. Hon hevur verið í Altinginum í 35 ár.









