– Vit hava hoyrt og lisið um, at tit hava verið við til at givið ræðsluslignum fólkum við ongum rættindum eina tryggari og eisini bjartari framtíð. Hesi fólkini, sum hava livað í armóð, hava verið takksom fyri tykkara megnar arbeiði.
Tað segði Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, tá ið hon bar føroyskum krígsveteranum eina heilsu á hátíðarhaldi, tá ið teir vórðu heiðraðir í Müllers Pakkhúsið.
Tey flestu av okkum kenna ikki til annað enn tryggleika og frið, tí tað ringasta, vit hava við at gera, er tann nógva bilaferðslan um morgnarnar, vespurnar um summarið og glerstoyttir vegir um veturin.
##med2##
– Vit vita, at kríggj kann geva álvarsliga mein. Men tað eru fá, sum geva sær far um, at at soldátar bera løstirnar frá krígnum víðari við sær á leiðini. Eisini tá ið teir eru aftur í tryggu Føroyum. Tað er trupult, og kanska ógjørligt, at ímynda sær teir sálarligu eftirskjálvtar, sum veteranarnir liva við, men teir eru har, hvønn dag.
Og nú er tíðin komin til, at eisini vit í Føroyum geva tykkum eina hjartans tøkk, eins borgararnir í krígsherjaðu londunum góvu tykkum á hermótinum. Tá ið vit heiðra tykkum, gera vit tað fyri betri at skilja tykkum. Tit hava verið úti í heimi, har neyðin er størst, og har størsta ynski hjá fólki hevur verið friður og tryggleiki.
##med3##
– Tykkara lutur hevur gjørt okkara part av heiminum til tryggasta staðið á jørð og eitt gott stað hjá okkara børnum at vaksa upp. Hetta skulu tit hava eina tøkk fyri, og tað skulu tykkara avvarðandi og kæru eisini hava, segði borgarstjórin.
Kríggj ávirkar tey, sum hava verið í kríggi, og tað ávirkar tey avvarðandi. Sárini, sum nógvir hermenn hava, kunnu grøðast, men hjá summum skal ikki so nógv til, at sárini aftur gerast sjónlig. Tí er tað umráðandi at heiðra tykkum, at bera tykkum eina hjartans tøkk og minnast tað lógvatak, sum tit hava tikið, legði hon afturat.
##med4##
– At fara í kríggj, leggur eitt ómetaliga stórt trýst á eitt menniskja. Stórur vandi er fyri likamligum og sálarligum avbjóðingum. Nógvir krígsveteranar bera løstirnar innaní. Hetta ávirkar ikki bara tann einstaka persónin, ið hevur verið í kríggi, men alla familjuna, og tí er hetta eitt mál, ið eigur at verða tikið í størsta álvara.
– Føroyskir hermenn skulu fáa neyðugu hjálpina, tá ið teir koma heimaftur. Og hóast nógv ár eru farin síðani krígshendingarnar, so skal hjálpandi hondin altíð vera tøk hjá tykkum, segði Annika Olsen.