Heiðrað fyri at týða Tórodd

Randi Ward hevur fingið eina heiðursløn – The Nadia Christensen Prize – fyri at týða yrkingasavnið Fjalir eftir Tórodd Poulsen til enskt

Randi Ward er amerikonsk, men hevur búð í Føroyum í eitt áramál, so hon dugir føroyskt. Hon er sjálv royndur yrkjari og er tí før fyri at flyta yrkingarnar yvir í enskt á professionellan hátt. Hon hevur lisið mannfrøði og bókmentir, og harumframt er hon høvundur og listakvinna.
Dómsnevndin sigur m.a. í síni niðurstøðu, at “The translator has meticulously and convincingly conveyed in English the startling, spare quality of Tóroddur Poulsen's poems, allowing readers to enter the shadowy dreams and wry humor of the poet's world while offering an unexpected glimpse of the power of the Faroese language. This excellent translation for the first time gives a wider audience the opportunity to listen to a poetic voice from a vibrant culture that is largely unknown to the English speaking world.”
Heiðurslønin er $2,000, eitt bronsuheiðursmerki, og harumframt verður ein partur av týðingunum almannakunngjørdur í einum komandi útgávu av Scandinavian Review.