Heiðabáturin sigraði aftur

Heiðabáturin fekk fjórða sigurin á rað hjá 8-mannaførunum á Varmakeldu, men tað, sum flest helst bitu merki í, var stóra framgongdin hjá Árnfirðingi, sum hesa ferð tryggjaði honum eitt triðja pláss

Heiðabáturin hevur verið nógv sterkastur í kappingini hjá 8-mannaførunum í ár, og tað vóru teir eisini á Varmakeldu leygardagin. Teir stýrdu róðrinum frá byrjan til enda, og sigurin hjá teimum var ongantíð í vanda.

Sámal Einarsson, sum er bátsformaður á Heiðabátinum, var eisini glaður um sigurin, og hann duldi ikki fyri, at teir ætlaðu at vinna allar róðrarnar í ár.

- Tað er altíð ein stór gleði at vinna ein róður, og tað er einki at ivast í, at tað er líka stuttligt hvørja ferð. Vit umborð á Heiðabátinum eru sera væl fyri í ár, og tað er ikki nøkur loyna, at vit hava sett okkum fyri at vinna stórt í hvørjum róðri í ár, segði Sámal.

- Hetta merkir tó ikki, at vit føla okkum tryggar á nakran hátt. Hinir bátarnir hava allir góðar, sterkar mans umborð, og teir kunnu meir enn so fara at gera ein vørr. M.a. hevur Árnfirðingur tikið seg sera nógv fram síðstu róðrarnar, og á Varmakeldu endaði hann á einum flottum triðja plássi. Vit ætla tó at koyra víðari á sama hátt komandi róðrarnar, sum vit hava gjørt fyrstu fýra róðrarnar, sigur Sámal at enda.