Tað verður Hedvig Jóhansdóttir, sum skal standa á odda fyri virkseminum hjá Dugna í framtíðini. Tað er greitt, nú stýrið fyri Dugna í morgun hevur gjørt av at seta hana í starvið sum stjóri á Dugna
Tá ið umsóknarfreistin var úti, vóru íalt 39 umsóknir komnar til starvið.
Hedvig Jóhansdóttir er 40 ára gomul og er útbúgvin kandidatur í námsfrøðiligari sálarfrøði.
Hedvig hevur verið námsfrøðingur, stovnsleiðari, deildarleiðari á Verkskúlanum og Verkstøðunum hjá Dugna og skúlaleiðari á skúlanum hjá Dugna við Áir. Í løtuni røkir hon starvið sum fyribilsstjóri á Dugna.
Hedvig Jóhansdóttir tekur við starvinum 1. januar.
|