Hóast bæði formaðurin í Kommunufelagnum, Tórbjørn Jacobsen, og formaðurin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Per Martin Gregersen, hava funnist hvassliga at ætlanunum hjá landsstýrinum at hækka lønirnar hjá teimum lægst løntu umsorganarstørvunum, so er Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og næstformaður í Kommunufelagnum ikki samdur.
Hann heldur, at lægstu lønirnar skulu lyftast. Hann hevur einki ímóti, at tað verður gjørt við samráðingum, men tað hevur ikki borið til, og ber tað heldur ikki til hesaferð, so er tað í lagi, at tað verður gjørt við lóg, sigur hann.
– Sum útgangsstøði, so vita vit, at landsstýrið vil geva eitt lønarlyft til ávísar partar í samfelagnum. Tey lægst løntu í samfelagnum. Og tað er mín persónliga meining, eisini sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, at hesum eiga vit at taka undir við, sigur Heðin Mortensen.
– Um tað er eingin ivi hjá mær, leggur hann dent á.
– Tí vit hava brúk fyri hesum starvsfólkum, serliga innan eldraøkið og ansingarøkið, tað kundi verið so øgiliga nógv onnur øki eisini, men eg haldi, at vit eiga at hjálpa landsstýrinum.
Heðin Mortensen sigur, at tey í áravís hava tosað um, at tey lægst løntu skulu hava eitt lyft. Men tá samráðingarnar eru lidnar, so er altíð sama støða.
– Eg havi eingi ímóti, at tað verður gjørt við samráðingum, men signalið má vera frá okkum, bæði sum kommuna, í hvussu so er frá okkum í Tórshavnar kommunu, at nú má KAF lurta eftir, og siga, at signalið hjá okkum og Føroya Landsstýri er, at vit vilja gjarna lyfta lønina. Og so mugu vit taka tað við í samráðingunum. Og vissi vit ikki hava tað púra greitt, so undrar tað meg øgiliga nógv, um man ikki tekur tað við, sigur Heðin Mortensen.
– Nú hevur landsstýrið meldað út, at vit geva eitt lønarlyft, kommunurnar eru ein partur av tí, og vit fáa alt endurgoldið.
– Og hesum taki eg fult undir við. Tí so missa kommunurnar einki, men kortini fær kommunala starvsfólkið, sum fyrst og fremst vera ein partur av hesum, tað lønarlyft, sum vit hava brúk nógv brúk fyri, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at onkur hevur nevnt, at tað kann gerast upp á annan máta, við útbúgvingum og annað tílíkt.
– Tað kann man kanska gera, men slíkt tekur tíð, og tað tekur í minsta lagi eini tvey til fýra ár, til tey koma út í vinnuna og kunnu gera nyttu, sigur hann.
– Nú vita tey, at 1. januar komandi, so er lønin lyft so og so nógv í sambandi við samráðingarnar, og so vóni eg, at vit øll, og eisini aðrir fakfelagsbólkar í samfelagnum, virða hetta og vísa samhaldsfesti, so vit stuðla hvørjum øðrum og taka undir við, at nú eru tað tey lægst løntu, sum tað snýr seg um – og ikki sjálvi fara at hugsa um, hvussu nógv kann eg fáa.
– Og tí undrar tað meg øgiliga nógv, uttan at nevna fakfelagið, men at felag sigur, at tey fara eftir so nógvum sum gjørligt – »...lat ongan iva vera um tað, so mugu hini klára seg«. Soleiðis arbeiða vit ikki í samfelagnum.
– Tað haldi eg ikki, at man skal gera, tað er mín persónliga meining, sigur Heðin Mortensen.
– Eg haldi, at tey lægst løntu hava verið tað alt ov leingi. Og tá tey koma upp á endastigið, so røkka tey ikki upp til 30.000 krónur fyri fulla tíð.
– Og vit skulu minnast til, at hjálparfólkini, sum eru tveir triðingar av øllum í ansingini og ófaklærd á eldraøkinum, tey tjena ikki so nógv. Og tey koma á eitt endastig, sum ikki er serliga høgt, vísir hann á.
– So sjálvandi skulu vit sum Kommunufelag vera samd, tá vit fara út við nøkrum tingum, men tá man fer út, so eigur man at viðgera tað og fáa tað samtykt í kommunufelagnum, at hetta er tað, sum vit vilja hava og ganga við til. og vit taka ímóti, at landsstýrið sigur, at tit fáa allar pengarnar aftur. tað haldi eg er kærkomið, at kommunurnar einki missa av hesum, men kunnu vera ein partur av tí, at hjálpa til og fáa framt hetta lønarlyftið.
Heðin Mortensen skilir, at tað kann tykjast løgið, at formaðurin og næstformaðurin í Kommunufelagnum kanska ikki hava somu meining.
– Men tað hava vit í veruleikanum, tað einasta hann sigur, er at hann vil hava tað beinleiðis til samráðingarnar og at landsstýrið skal lata vera við at blanda seg uppí.
– Eg sigi í veruleikanum tað sama, men endamálið má vera, at áðrenn vit fara til samráðingarnar, so er hetta okkara boðskapur saman við landsstýrinum.
Ein máti at gjørt tað uppá, var at fara til lønarsamráðingar og lagt hendan partin frá landsstýrinum omaná eisini, heldur Heðin Mortensen.
– Vit hava roynt í so nógv ár, og uttan at tað er gjøgnumført. Tá samráðingarnar eru lidnar, so eru vit í somu støðu aftur. Og nú haldi eg, at vit eru komin hartil, at nú skulu vit hjálpa– og nú skal tað vera, sigur Heðin Mortensen.