Enn er seinasta orðið ikki sagt. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Tað mesta av hesi vikuni hevur Tórshavnar Býráð roynt at seta eina skipan í verk, sum forðar fyri, at stórir lastbilar koyra ígjøgnum Havnina um náttina. Tann beinleiðis orsøkin til hetta er tann nógvi flutningurin, sum er ímillum Gomlurætt og Runavíkar við gróti úr Sandoyartunlinum. Nógv koyring er um náttina og fólk í Havn, sum búgva fram við Ringvegnum, og aðrastaðni har bilarnir koyra, hava gramt seg um, at tey fáa ikki náttarfrið.
Í tí sambandi hevur býráðið sett skelti upp við tí endamálið at seta forboð fyri slíkari koyring um náttina, men løgreglan hevur gjørt greitt, at hetta er eitt forboð, sum ikki kann hondhevjast og tí fáa tey einki gjørt við tað.
Les meiri her: Fútin: Vit kunnu ikki geva bilførarum bót
Úrslitið at lastbilarnir koyra framhaldandi, sum teir plagdu. Men Heðin Mortensen sigur, at hann ætlar sær ikki at sleppa málinum. Hann sigur, at tey hava tosað við løgregluna um málið, men hann undrast stórliga á, at tey ikki kunnu fáa at vita frá løgregluni, hvussu tey skulu bera seg at – fyri honum sær út til at sambært løgregluni ber einki til.
Men fútin sigur, at orsøkin er, at forboðið, Tórshavnar Býráð ætlar at seta í verk, er ikki í samsvari við kunngerðina um vegamerking. Hann sigur, at eitt slíkt forboð fyri at koyra við lastbilum yvir 26 tons, má vera eitt alment forboð. Sostatt er tað ikki í samsvari við kunngerðina at siga, at tað bara er um náttina, og sunnudagar, at tað er ólógligt, sigur fútin.
Úrslitið at lastbilarnir koyra framhaldandi, sum teir plagdu. Men Heðin Mortensen sigur, at hann ætlar sær ikki at sleppa málinum. Hann sigur, at nú fer umsitingin í býráðnum at kanna, hvussu tað skal skeltast fyri at forboðið kann setast í verk og í hesum sambandi fara tey eisini at kanna um ikki onkir dømi eru um sama slag forboð onkustaðni.
– Tað eigur at bera til at seta nøktand skelti upp, sum løgreglan kann hondhevjað, so nú er bara at finna tey røttu skeltini, sigur borgarstjórin. Hann leggur afturat, at sum so hevur hetta einki við flutningin við gróti til Runavíkar at gera, men tað er neyðugt at vísa hógv, so at fólk fáa náttarfrið. Hann sigur, at hann kann heldur liva við, at fleiri bilar fara at koyra um dagin, tí hann væntar ikki, at tað fer at tarna ferðsluni nevnivert – og tá er larmur kortini, sigur hann.