Tey eru fá, sum fylgja við í fótbólti, sum ikki hava sæð skaðan Hector Moreno framdi við sínari grovu takkling ímóti Luke Shaw hjá Manchester United, tá PSV við Hector Moreno tók ímóti Manchester United á heimavølli í Champions League kappingini. Luke Shaw hevur longu havt tvær skurðviðgerðir, síðani grova beinbrotið týskvøldið.
Nú er Hector Moreno aftur partur av einum stórum skaða. Hesaferð í dysti millum PSV og Heracles í niðurlendsku heiðursdeildini. Hesaferð førdi ein takkling hjá Hector Moreno til, at Oussama Tannane, toppskjútin hjá Heracles mátti fara skaddur av vøllinum.
21 ára gamli Tannane, sum hevur skotið fimm mál í seks dystum fekk ein álvarsaman knæskaða, sum avleiðing av takklingini hjá Hector Moreno. Einasti uggi Tannane hevur er, at Heracles vann dystin 2-1 yvir PSV Eindhoven og Hector Moreno.










