Hebridurnar fara í kríggj ímóti súgvirørum

Hvørt ár tveita skotar umleið tríggjar milliardir súgvirør burtur. Rørini eru gjørd úr plastikki, og tey verða mett sum umhvørvisvandi.

Kate Forbes er leiðari fyri herferðina Final Straw, ið vil hava skotar at gevast at brúka súgvirør, og í farnu viku heitti hon á øll 32 økini í Skotlandi um at stríðast ímóti súgvirørum.

Fyrsta økið at gera vart við seg var Hebridurnar, har tey nú vilja avmarka brúkið av súgvirørum munandi. Heimasíðan hjá økisstýrinum á Hebridunum skrivar, at tey ætla at byrja við at steðga brúkinum av súgvirørum á øllum almennum stovnum – eitt nú á skúlum, røktarheimum og í almennu mattænastuni.

– Vit kenna avleiðingarnar av plastikkdálkingini við okkara egnu strendur, og tí vilja vit vera við hesum átaki, skrivar økisstýrið á heimasíðuni.