Orð: Eyðun Müller Thomsen
Myndir: Eyðun Müller Thomsen, Eddie Jacobsen
1.partur (2)
Seta fót í Íslandi við egnum tónleiki, væl móttiknir
Dagurin er 3. nov 2006, og limirnir úr SIC og 48 Pages eru á flogvøllinum í Vágum. Klárir at flyta beinini yvir um til Íslands. Spenningur og positivar vibratiónir vóru at merkja. Alt var klárt at fara av bakkastokki. Instrumentini vóru tó longu komin til Íslands.
Karl Anton Klein, leiðari í ART (Áhugafelag Rokk Tónleikara) var tann, ið setti lív í hendan túr við SIC og 48 Pages. Karl fór tó við skipi nakað áðrenn, við egnum bili og ífestisvogni proppað við guitarum, forsterkarum, trummum og baggage hjá bólkunum.
Tá komið varð til Íslands bookaðu bólkarnir seg inn á tí fantastiska hotellinum, Ørkin í Reykjavík, eisini kent sum hitt føroyska sjómansheimið. Har vóru vit ótrúliga væl móttiknir og ikki at siga væl dámdir.
Fyrsta brakið, nakin á ísi og the people of darkness
4. nov. aftaná eina góða nátts blund við deiligum dreymum um hundar, kettir og alt annað fitt nærkaðist fyrsta konsertin.
Men fyrst sum traditión, tá man spælir í Íslandi, fóru vit beint oman til uttandura svimjihøllina á Laugardalsvegi. Í minus 3-4 kuldastigum fóru allir hoppandi upp og niður aftur og fram tá traðkað varð á kalda betongi, ið varð dekkað til av ísi. Men tað var nokk eitt av teimum tingunum, sum skuldi til fyri at vísa, at vit ikki vóru heima hjá mammu meira.
Tá traðkað varð inn um dyrnar í Bar 11, fall tungan av mongum. Pallurin var so lítil, at tankin um, at man kanska skuldi til sita á hvørjum øðrum og framføra, var ikki heilt óhugsandi. Men sum altíð so gekk tað, burtursæð frá at ein gólvtrumma mátti droppast. Men eingin skaði var av tí.
Kl. 21:00 opnaðu dyrnar, og fólk byrjaðu at troðkast upp gjøgnum trappurnar. Klokkan slerdi 22. og byrjað varð. Íslendski bólkurin Hellvar legði út við sínum feita elektroniska teldutónleiki saman við nøkrum liverockuttum guitarum. Sangarinnan í Hellvar var ikki hvør sum helst. Tað var góða gamla Heiða, sum frá seinasta Íslandstúri við 48 Pages og Speaker, spældi eina konsert við feitasta bólkinum vit høvdu upplivað.
Nógv verður tosað um, hvussu Ozzy er The Prince Of Fucking Darkness og Mikkjal The King Of Fucking Darkness. Heiða kundi ikki forklárast betri enn at fingið heiti The Queen Of Fucking Dark/Babe-ness.
Næsti bólkurin var Dýrðin. Hetta var ein bólkur, sum spældi stuttligan upp-tempo poprock. Bassspælarin í hesum bólkinum var heldur ikki hvør sum helst. Hann at Magnús. Og tað var hann, ið hevði hjálpt okkum á allar konsertirnar á okkara programmi fyri Íslandstúrin.
Magnús var defenetly The King Of Booking.
48 Pages spældu so sína fyrstu konsert. Tað byrjaði við buldur og braki og endaði við buldur og braki. Tað var ein feit byrjan á teirra tourné og alt gekk sum ætlað. Og vónirnar fyri næstu konsertunum vóru fínar. Lættari kundi tað ikki tulkast.
Sum Highlight á kvøldinum kastaðu limirnir í SIC seg út yvir áskóðarafjøldina. Teir settu simpulten eld á staðið, og alt fór at kóka. Burtursæð frá at fjøldin hon var sitandi. Men SIC vóru í hvørtfall klárir yvir, at túrurin var byrjaður. Eitt tað stuttligasta og feitasta frá teirra framførslu var, tá sang-anleggið fór. Tað slóknaði simpulten av Mikkjalsa ótrúligu og orkufullu rødd. Men uppá onkran smartan máta fekk man lokkað ljóðið aftur íaftur.
Aggresive Metal, Heavy Rokk, Gotiskur Rokkur og totalt cox
4. nov. Báðir bólkarnir vóru klárir til næstu konsertina.
Gaukur á Stong var næsta spælistaðið og var eitt tað kendasta í býnum.
Á skránni hendan dagin var ikki bara ein men tvær konsertir. Fyrsta kl. 17:00 og tann næsta kl. 00:30. Hetta var øgiliga spennandi. Tí tvey gigs sama dag var óvanligt fyri okkum.
Klokkan varð 17:00 og konsertin varð byrjað og 48 Pages vóru fyrstir. Men hesaferð var óheld við í bólkinum. Fyri stuttum, árðenn túrin kom nýtt blóð í bólkin. Nemliga guitarleikarin Edmund Í Garði kendur úr Krit og Zink. Og hervið nýggjar avbjóðingar. Bólkurin fór avstað til Íslands við nógvari elektroniskari útgerð, og tá konsertin á Gaukur var at byrja vóru limirnir í bólkinum langt frá enn lidnir at stilla upp, og tá tíðarætlanin var knøpp, vældi bólkurin at droppa konsertina og vónaði, at tað mundi rigga seinni. Síðani skuldi alt av aftur pallinum, og næsti bólkur var klárur.
SIC stóðu so sum næsti bólkur. Teir sóu ivasamir út á pallinum. Nokk av tí at so fá fólk vóru komin. Og tað at hølið var so stórt gjørdi, at alt bleiv so tómt. Men sum so oftani fyrr sparkaði SIC reyv. Nøkur fá løg vórðu spæld, og fólk klappaðu óført.
Høvuðsnavnið á konsertini var Gotiski rokkbólkurin Dimma, sum hevði lagt konsertina soeliðis til rættis, at teir góvu út nýggju fløgu sína eisini. Bólkurin var øgiliga tungur og kraftigur og riggaði væl á pallinum. Konsertin var liðug kl. 19, og fólk fóru sín veg og bíðaðu so bara til endabrakið, ið kom seinni út á miðnátt.
Stuðlar
Vit vilja sjálvandi takka øllum stuðlum fyri teirra hjálp. Uttan hesar hevði túrurin ikki blivið til nakað. Tøkk til: Atlantic Airways Norden Smyril Line Mentamálaráðið Barnabata Fitur Tórshavnar Býrað Mentunargrunn Landsins Spren Rex Sosialin.
Framhald av túrinum hjá SIC og 48 Pages verður aftur næsta leygardag 26. november. Dont forget, keypið Sosialin!!!










