Eitt av málunum, ið býráðið í Sunda kommunu skal viðgera á býráðsfundinum mánakvøldið 30. september, er, um borgarstjórin skal sleppa at røkja báðar sessirnar.
Borgarstjórin hevur í skrivi 16. september 2019 biðið býráðið um loyvi at sita í løgtinginum og røka uppgávuna sum borgarstjóri í Sunda kommunu.
Býráðið skal tí taka støðu til um frávik skal gerast frá regluni í § 6, stk. 2 um at “...skal borgarstjórin, tá ið hann er valdur, leggja borgarliga starvið frá sær umframt øll almenn álitisstørv, sum ikki beinleiðis hava samband við starvið sum borgarstjóri...”.
Heðin Zachariassen hevur áður røkt báðar sessirnar. Hann var í løgtinginum frá 2002 til 2007, og í tí tíðarskeiðinum var hann fyrst borgarstjóri í Hvalvíkar kommunu og frá 2005 í Sunda kommunu.











