Heðin Zachariassen flaggar út

Núverandi borgarstjóri í Sunda Kommunu, Heðin Zachariassen, hevur gjørt av ikki at stilla uppaftur til komandi kommunuval. – Mær hevur dámað væl sum borgarstjóri, men nú føli eg at tað er rætt at steðga, sigur Heðin Zachariassen

Eftir at hava sitið 16 ár í kommunustýrum, fyrst fýra ár sum kommunustýrislimur, síðan átta ár sum borgarstjóri í Hvalvíkar Kommunu, og tá kommunan varð løgd saman við hinum bygdunum til Sunda Kommunu, sum fyrsti borgarstjóri í nýggju felagskommununi, heldur Heðin Zachariassen nú at tíðin er komin at steðga.

- Eg havi hugsað um tað í eina tíð nú, og eg føli at eg havi givið kommununi nógv. Men nú føli eg at tað er rætt fyri bæði meg sjálvan og kommununa at steðga, og tí havi eg gjørt av at ikki stilla uppaftur, greiðir Heðin Zachariassen frá.

Heðin Zachariassen varð fyrstu ferð valdur inn í kommunalpolitikk í ringastu krepputíð, nevnliga í 1992, tá hann gørdist bygdaráðslimur og varaborgarstjóri í Hvalvíkar Kommunu. Í 1997 gjørdist hann borgarstjóri í Hvalvíkar Kommunu, og tað starvið røkti hann til og við 2004, tá Hvalvíkar Kommuna varð løgd saman við Sunda Kommunu. Í 2005 gjørdist hann borgarstjóri í Sunda Kommunu, og tað starvið hevur hann so røkt tey seinastu fýra árini.

- Orsøkin til at eg nú taki meg aftur er ikki at eg havi kett meg í starvinum sum borgarstjóri, tvørturímóti, men heldur at eg haldi at tað er rætt at steðga eftir 16 árum og at geva øðrum kjansin at sleppa framat, leggur Heðin Zachariassen dent á.


Hevur dámað væl sum borgarstjóri

Um tíðina, sum Heðin Zachariassen hevur verið í kommunalpolitikki, hevur hann bara gott at siga.

- Mær hevur dámað væl at verið í kommunustýrinum og at verið borgarstjóri. Tað hevur verið sera áhugavert og eg haldi sjálvur at eg havi givið nógv til kommununa. Men ein er tíðin at byrja, og ein er tíðin at steðga, sigur Heðin Zachariassen.

Eftir øllum at døma er tann tíðin nú komin hjá borgarstjóranum í Sunda Kommunu. Men maður kemur í manns stað.

- Tað er umráandi at tað eru fólk, sum síggja møguleikarnar í Sunda Kommunu, sum koma inn, tí møguleikarnir eru nógvir. Eg haldi at har er eitt stórt potentiali í kommununi, og tað er umráandi at fólkini sum koma inn síggja møguleikarnar, vísir Heðin Zachariassen á.


Umráandi at fáa øll við

Heðin Zachariassen er ein royndur maður í kommunupolitikki og eftirhondini eisini í landspolitikki. Harafturat hevur hann drúgvar royndir í vinnulívinum. Tí komandi borgarstjóranum kann Heðin Zachariassen tí geva nøkur góð ráð við á vegnum.

- Sum borgarstjóri stendur tú á odda fyri tí, sum fólkini ert saman við eru samd um. Tað er umráandi tá tú ert borgarstjóri, at tú gert tær greitt, at tú ert bara ein útav mongdini, og at tað er umráandi at fáa hini við. Borgarstjórin skal eisini mynda kommununa úteftir, og tá er umráandi at hann fær hini at føla seg sum ein part av tí, sum fer fram í kommununi. Hann skal eisini læra seg at brúka pressuna, tað er ein partur av at vera borgarstjóri at vera í samband við pressuna, sigur Heðin Zachariassen, fráfarandi borgarstjóri í Sunda Kommunu.