Fríggjakvøldið 16. mei kl 21.00 skipar tónleikasamtakið Grót fyri konsert í Losjuni í Gøtu.
Konsertin er í sambandi við, at Heðin Ziska Davidsen gevur nýggja fløgu út, hetta er onnur solofløga hansara. Heðin, sum av mongum verður mettur at vera ein av okkara allar fremstu guitarleikarum, er kanska best kendur sum guitaristur í Hatespeech, men hann hevur roynt seg í mongum øðrum høpi eisini, m.a. í ethnojazz bólkinum Shalder og saman við Enekk. Fríggjakvøldið verður tað jazzkendur tónleikur Heðin og bólkur hansara fara at framføra.
Saman við teimum fara eisini Headache Blues Treo á pall. Hesin bólkur gjørdist sera væl dámdur í Prix kappingini og telur nakrar av kendastu tónleikarum okkara, umframt Una Debess á sang og guitar telur bólkurin Edvard Nyholm Debess á bass og Rógva á Rógvu á trummum.