Heðin vil hava vakmyndatól

- Eg havi avgjørt einki ímóti at vakmyndatól verða sett upp í miðbýnum, og tað hevði verið skilagott at sett tól upp á havnarlagnum undir skipaðum viðurskiftum. Tað hevði verið ein trygd í tí, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

- Tað hevði uttan iva havt eina fyribyrgjandi effekt at sett vakmyndatól upp á ávísum støðum í miðbýnum.
Tað heldur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen.
Hann sigur, at tað hevði verið ein stór hjálp, um vakmyndatól verða sett upp á ávísum støðum og til ávísar hendingar.
- Vit høvdu ógvuliga nógv herverk fyri tíð síðani, tá alt, sum varð platnað, bleiv slitið upp. Eisini tá jólabýurin stóð uppi, var nógv herverk framt á hann, og í slíkum støðum hevði verið gott, um vakmyndatól stóðu uppi. Ikki minst tí tað hevði virkað fyribyrgjandi, sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur, at tað hevði eisini verið ein tryggleiki í at havt vakmyndatól á havnaløgunum.
- Menn fara at pumpa bátarnar tíðliga á morgni ella seint á kvøldi, og tá er tað ein tryggleiki í, at til dømis løgreglan kann hava eyga við monnunum. Tað kann verða so skjótt, at onkur er áhalsin, og tá er tað ein stór trygd í at vita, at eitt vakmyndatól hevur eyga við tær, sigur Heðin Mortensen.

Nógvur harðskapur
Borgarstjórin viðgongur, at nógvur harðskapur er um vikuskiftini í Havn.
- Vakmyndatól høvdu verið ein stór hjálp í sambandi við tann harðskapin, sum gongur fyri seg um vikuskiftini. Og aftur her kundi vakmyndatól virka fyribyrgjandi, tá fólk vita, at tey verða eygleidd, sigur Heðin Mortensen.
Hann nevnir, at tað er púra vanligt í útlandinum at nýta vakmyndatól.
- Til dømis í London er tað ein vanlig sjón at síggja vakmyndatól uppsett allastaðni, og tú fer heldur ikki inn í ein størri handil her í býnum, uttan at tú verður eygleiddur av einum vakmyndatóli. Tí haldi eg ikki, at tað er nakað forgjørt í at seta vakmyndatól upp á ávísum útsettum støðum í býnum heldur, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at kommunan til serlig høvi má hava vaktarfólk at ansa eftir lutum.
- Um Ólavsøkuna mugu vit hava vaktir, so tivoli og annað ikki verður brotið sundur, og til slík høvi hevði tað verið skilagott at havt vakmyndatól uppsett í staðin, sigur Heðin Mortensen.
Karen Marie Olesen, fúti, segði við Sosialin fríggjadagin, at ongar ítøkiligar ætlanir eru um at søkja um loyvi til vakmyndatól, men um so var, skuldi tað verið gjørt í samstarvi við onkran annan myndugleika. Sum til dømis kommununa.
- Tað er sjálvandi greitt, at skulu vakmyndatól setast upp, so skal tað vera undir skipaðum viðurskiftum, og so skuldi til dømis løgreglan havt eftirlitið við tólunum, sigur Heðin Mortensen.

Fyribyrging
Borgarstjórin heldur, at fólk yvirhøvur ikki hava nakað ímóti, at eygað verður hildið við teimum.
- Sum eg nevndi, so fer tú ikki inn í ein størri handil, sum ikki hevur vakmyndatól uppsett, og tá tú soleiðis fer alment út í býin, má tú eisini rokna við at elment eftirlit verður hildið av tær, sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur somuleiðis, at vakmyndatól á ávísum støðum sum eitt nú í Klubbagarðinum og í Steinatúni kundu havt eina fyribyrgjandi effekt, og í ringasta lagi kundu hesi vakmyndatól verið við til at uppklára harðskapsmál í rættinum.
- Eg havi í hvussu er einki ímóti at vakmyndatól verða sett upp, og eg síggi tað fyrst og fremst sum eina fyribyrging ímóti herverki og harðskapi. Og sum sagt kundi tað verið ein tryggleiki at havt vakmyndatól á havnaløgunum. So um tað kemur ein áheitan frá løgregluni um at fáa sett vakmyndatól upp á ávísum støðum í býnum, so fara vit ikki at seta okkum ímóti tí, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.