Orðini eigur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, sum langar hart út eftir nýggja borgarstjóranum í Klaksvík og stjørnuskotinum, sum skal bjarga Gamla Sjálvstýrisflokkinum, sum fyrr helt seg eiga mentanina, Jógvani Skorheim.
Jógvan Skorheim mælir til at pjøssa upp á verandi skúlar og brúka pengarnar til nýtt fróðskaparsetur.
– Góði Jógvan Skorheim! Pakka tú heldur saman í løgtinginum og brúka tína orku sum borgarstjóri í Klaksvík. Tað er alt for dýrt hjá Føroyum at brúka yvir 100.000 krónur um mánaðin at løna einum borgarstjóra í løgtinginum. Lat nú heldur Krisonnu fáa tingsessin, tað gagnar flokkinum hjá tær, tað gagnar landinum og tað gagnar ikki minst mentanini og útbúgvingar- og vitanarstøðinum í Føroyum!










