Heðin Nolsøe, sum er ættaður úr Trongisvági, men býr í Frederiksund í Danmark, hevur fleiri ferðir fyrr verið til árligu kappingarnar í Beitostølen í Norra, og hann hevur eisini fyrr vunnið heiðursmerki. Men hesa ferð gekk framúr hjá honum.
– Tann besta kappingin hjá mær var mikudagin, tá eg vann gull í 10 kilometra skíðrenning, greiðir hann frá. Tíðin hjá Heðini var 39 minuttir og 39 sekund, men tað gjørdist dramatikkur ímóti endanum. Tó eydnaðist Heðini at vera 13 sekund framman fyri silvurvinnaran, sum var Ferudun Kahraman, ið kemur frá sama felag sum Heðin.
Tvey silvurmerki gjørdist tað eisini til, og tað fyrra vann Heðin Nolsøe mikudagin, tá skíðskjóting á fimm kilometra teininum var á skránni. Har vann Heðin sjálvur annar silvur, tí hann og Ferudun Kahraman høvdu báðir tíðina 29 minuttir og eitt sekund. Teir vóru tveir minuttir og 12 sekund aftan fyri norska vinnaran, Gert Kroken.
– Skíðskjótingin gongur fyri seg upp á tann mátan, at vit hava hoyritelefonir uppi á høvdinum, so vit kunnu »sikta« eftir ljóðinum, vit fáa. Tá tað er upp á tað hægsta, sikta vit beint á málið, og tá ræður so um at trýsta á avtrekkjaran, greiðir Heðin Nolsøe frá.
Betur enn væntað
Hann megnaði so eisini at vinna silvur leygardagin, tá dagarnar í Beitostølen endaðu við 20 kilometra skíkappingini, Ridderrennet. Heðin hevði tíðina ein tími og 33 minuttir, og hann var eitt lítið korter aftan fyri norska gullvinnaran, Magne Lunde, sum er fyrrverandi OL-landsliðsskíðari fyri blind.
– Eg eri sera væl nøgdur við úrslitini, og tað hevur gingið betur enn væntað. Nú haldi eg, at eg havi uppiborið eina góða feriu, sigur 49 ára gamli Heðin, sum kappaðist í aldursbólkinum 35-49 ár. Tilsamans voru umleið 350 íðkandi úr 11 tjóðum við til kappingarnar.
Hetta er aðru ferð innan fáar vikur, at Heðin Nolsøe roynir stórar avbjóðingar á skíðum, tí herfyri var hann í Svøríki, har hann var ein av 13.873, sum royndu seg í 90 kilometra longu skíðrenningini, Vasaloppet, sum hann gjøgnumførdi væl og virðiliga.
Á ungum árum fekk Heðin eina eygnasjúku, sum stigvíst gjørdi hann blindan, men ítrótturin hevur fylgt honum alla tíðina og ger tað enn. Í 15 ár var hann fastur maður á danska goalball-landsliðnum, og umframt, at hann var við til paralympisku leikirnar í USA í 1984 og í Suðurkorea í 1988, var hann eisini á danska liðnum, sum í 1985 vann World Cup-gull í Calgary.