Heðin spælir í AB

Hóast tilboð úr Effo-deildini, so heldur Heðin Stenberg fram á Argjum

Tað hevur verið boð eftir Heðini Stenberg úr Sundalagnum, men málverjin við AB’sliga eftirnavninum væntar at halda fram á Argjum, hóast felagið spælir í næstbestu deildini.

 

- Eg vænti, at eg haldi fram á Argjum. Tað er næstan púra vist, sigur Heðin Stenberg, sum saman við øðrum spælarum er farin í gongd við venjing til komandi kappingarár.

 

EB/Streymur leitar í løtuni eftir málverja til komandi kappingarár. Heðin Stenberg hevur verið ein av málverjunum, sum felagið hevur verið í samband við. EB/Steymur flutti í fjør upp í bestu deildina, meðan AB fór hinvegin.

 

Heðin Askham er nýggjur venjari hjá EB/Streymi, meðan Kári Reynheim er nýggjur venjari hjá AB.