Heðin Zachariasen hevur hug at koma aftur í býráðið í Sunda kommunu.
Hann er við á einum lista, sum telur 14 fólk.
- Eg havi verið úti í fýra ár og havi hug at fara aftur í kommunalum arbeiði, sigur Heðin Zachariasen.
Hann var í kommunustýrinum í 16 ár, men stillaði ikki upp við seinasta val.
Í Sunda kommunu er ikki partapolitisk uppstilling. Har gongur væl at fáa fólk at stilla upp, sigur Heðin Zachariasen.










