Heðin og teir fáa nýggjan møguleika

ÍF kennir hóttanina av niðurflyting. Tí hevði tað verið ógvuliga kærkomið at fingið úrtøku á heimavølli í dag, tá ið EB/Streymur kemur á vitjan.

Sundalagsmenn komu rættuliga niður á jørðina mikukvøldið. Eftir 7-0 sigurin á KÍ sunnudagin var tað púra óvæntað, at Heðin Askham og hansara menn á heimavølli skuldu tapa 3-0 ímóti AB.

Í EB/Streymi er kapping um plássið millum stólparnar. Gunnar á Steig hevur verið málverji, síðani René Tórgarð varð skaddur. Nú er René komin fyri seg aftur. Pauli G. Hansen er framvegis lærskaddur.

Í Fuglafirði er tað ein spurningur, um miðvallarin Alexander Jovevic verður førur fyri at spæla. Nenad Saric er tøkur aftur. Hanus Eliasen er framvegis darvaður av skaða, og Áki Petersen er darvaður av skaða í lærinum.

Tað er møguleiki fyri, at Rógvi Jacobsen í dag fer at vera ímillum teir fyrstu ellivu hjá ÍF.