Heðin og Jógvan Martin leggja trýstið á mótstøðumenninar

Klokkan 19.45 fer Dagfinn Forná at bríksla fyri fyrstu ferð í finaluni um løgmanssteypið. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur EB/Streymur vunnið steypafinaluna. Fyri trimum árum síðani var EB/Streymur í finaluni, men tá streyk Víkingur avstað við sigrinum og steypinum. Víkingur vann 3-2. Víkingamálini skoraðu Hans Jørgen Djurhuus, Andreas Lava Olsen og Finnur Justinussen. Av hesum trimum er tað bara Hans Jørgen Djurhuus, sum í dag er partur av Víkingaliðnum. Málini hjá EB/Streymi skoraðu Pauli G. Hansen og Arnbjørn Hansen, sum báðir framvegis eru á EB/Streyma liðnum.

Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, heldur, at tað kann hava týdning, at teir á EB/Streyma liðnum hava fleiri finaluroyndir enn teir á liðnum hjá Víkingi:

-Alt talar fyri opnari finalu. Vit hava fyrr í ár vunnið tveir landskappingardystir ímóti teimum, men tað hevur verið rættuliga tætt, og sigrarnir vóru ikki vísir, fyrrenn dómararnir høvdu bríkslað fyri síðstu ferð. EB/Streymur hevur verið í finaluni síðstu fimm árini. Flestu lyklaspælararnir hava verið við allar fimm ferðirnar. Tískil vita teir, hvat tað snýr seg um. Á okkara liði er helmingurin skiftur út, síðani vit vunnu fyri trimum árum síðani. Sjálvandi hevur hetta týdning. Allir okkara eru tøkir og trimmaðir, og vit trúgva upp á tað, sigur Jógvan Martin Olsen.

Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi, roynir at leggja trýstið á mótstøðuliðið:

-Víkingur er favorittur. Teir vunnu finaluna á okkum fyri trimum árum síðani, og higartil í ár hava teir havt gott tak á okkum í landskappingini. Teir eiga eitt gott lið, og vit kenna tað soleiðis, at teir leggja eyka nógv fyri, tá ið teir hitta okkum.

Undan finaluni er ivi um onkrar av EB/Streyma spælarunum. Tað er greitt, at liðformaðurin, Egil á Bø, ikki verður við. Tað er eisini ivasamt, um miðvallarstýrimaðurin Pauli G. Hansen og álopsessið Arnbjørn Hansen vera við. Báðir hava teir drigist við skaðar. Tað verður tó vóna, at Pauli G. Hansen verður við frá fyrsta bríksli, og tað verður vónað, at Arnbjørn Hansen verður á vøllinum í hvussu so er ein part av tíðini.