Heðin Mortensen, KAF: Eg eri til arbeiðis!

Heðin Mortensen, pt. Esbjerg
-----

Øllum kunnugt er tað ikki eg, sum eri í verkfalli. Eg eri til arbeiðis. Støðan er soleiðis í løtuni, at eg eri upptikin. Sera upptikin. Eg eri í arbeiðsørindum í Esbjerg, hetta er ein vitjan, sum hevur verið tilrættaløgd síðan seinasta vár. Og talan er altso um eina sera týdningarmikla avtalu.
Hartil hava vit eina skipan, tá talan er um samráðingar á arbeiðsmarknaðinum. Tað er KAF, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sum førir samráðingar fyri allar kommunur í landinum. Tað er ikki Heðin Mortensen, sum samráðist vegna Tórshavnar kommunu.
Tá eg eri burturstaddur tekur næstformaðurin Karl Olsen yvir. Og KAF hevur onnur kompetent og vælkvalifiserað fólk til arbeiðis. Er nakað aktuelt sum krevur, at eg noyðist at møta, so komi eg heim sum skjótast. Tað er ikki meira innviklað enn tað. Flogførini flúgva tríggjar ferðir um dagin.
Vit hava boðið Pedagogfelagnum til samráðing, og vit bíða framvegis eftir einum svari. Tá tað er komið, kann eg í samráð við KAF taka støðu til, um tað er neyðugt at eg møti til samráðingar.
Annars havi eg svarað øllum sms’um, eg havi fingið við sama svari: Eg eri upptikin.