Heðin Kambsdal í Ribarhús

Tíðindaskriv

 

Hendan mánaðan sýnir Heðin Kambsdal fram yvir 20 málningar í Gallarí Ribarhús í Fuglafirði.

Tann óútrokniliga, karga og gávumilda náttúran í øllum sínum veldi, er ein íblástrarkelda, ið er ring at koma uttanum, tá tú býrt í Føroyum og hevur hana beint uttanfyri vindeyga. Tú livir í og av henni, og ert eisini ein partur av henni.

Á framsýningini eru eisini nakrar meira manslýsingar.

Heðin er gamal í garði og hevur málað í mong ár. Sum óviti teknaði hann nógv við blýanti, kriti og oljukriti sum so mangur annar, og longu sum unglingi fór hann undir at royna seg við penslinum og oljuni.

Heðin Kambsdal hevur millum annað verið við á nógvum Varmakelduframsýningum, Ólavsøkuframsýningum, várframsýningum og Lionsframsýningum. Í Smiðjuni hevur hann eisini verið, og hann hevur eisini havt framsýningar í Lemvig, Herning, Ålborg, Hjørring og Fredrikshavn.