Heðin Joensen skal hjálpa HB

Tað er nú greitt, at tað verður Heðin Joensen, sum saman við Sámal Erik Hentze skal standa á odda fyri Formula-liðnum hjá HB í ár.

Sámal Erik, sum annars hevur virkað sum hjálparvenjari hjá EB/Streymi, kom til HB í fjør, tá broytingar vórðu gjørdar í venjaratoyminum, og í ár verður tað við honum sum høvuðsvenjara, at HB skal royna seg.

Tað hevur fram til nú verið ógreitt, hvør hjálparvenjarin skuldi verða, men við setanini av Heðini Joensen er greitt, at tað verða tveir fyrrverandi spælarar hjá felagnum, sum skulu royna at fáa liðið upp aftur á ovastu rók í føroyskum fótbólti.