Yvir hundrað fólk nýttu høvið at heilsa upp á Heðin hendan dagin, og rósandi og hjartaligar talur vórðu hildnar av Ragnari Magnussen, fyrrverandi stjóra á Handilsskúlanum og núverandi stjóra, Reidari Nónfjall, og Sonju Petersen og Olaf Absalonsen,inspektørum á skúlanum. Eisini helt Heðin sjálvur talu, sum - honum líkt - var bæði álvarsom og skemtilig í senn, har m.a. kom fram, at hann hevði trivist ómetaliga væl á skúlanum, bæði sum stjóri og sum lærari, og hann gav fyrrverandi starvsfeløgunum sítt besta viðmæli.
Heðin er havnarmaður, sonur Petru, f. Gregersen, úr Syðrugøtu, sum er 93 ára gomul, og Johannes Samuelsen (Hannis í Horni) í Havn, sum doyði fyri tveimum árum síðani, 96 ára gamal.
Heðin tók realprógv í 1953 og studentsprógv í 1955. Eftir eitt ár sum vikarur í Klaksvík og á Slættanesi fór hann til Danmarkar at lesa, har hann tók filosofikum og las statsvísindi eina tíð, meðan hann arbeiddi í Den Danske Bank. Hann fekk sær hægri handilsprógv og HD í roknskapi, og fyrst í sjeytiárunum handilsfaklæraraprógv.
Hann er eisini útbúgvin bankamaður og grannskoðari og hevur arbeitt við
Hesum bæði í Danmark og í Føroyum. Frá 1972-86 var hann stjóri á Føroya Handilsskúla. Hann hevur eisini verið stjóri á P/F Data, Hotel Borg og P/F Horn. Síðan 1990 hevur hann arbeitt sum lærari á Handilsskúlanum.
Heðin hevur havt fleiri álitisstørv, bæði innan Handilsskúlan og aðrastaðni
við. Hann var t.d. formaður í Føroya Ferðaráð, Ráfiskanevndini og nevndini, sum skrivaði álit um at samskipa skúlaumsitingina (bjørnebanden). Hann hevur eisini verið nevndarlimur í Ídnaðargrunninum og Menningargrunninum.
Í samband við Handilsskúlan hevur hann givið fleiri bøkur út, sum t.d. eitt
50 ára minnisrit og bøkur um virkisbúskap og fyriskipan.
Heðin er ein sera fjølbroyttur maður, og lívið er ikki bara arbeiði, hann
hevur t.d. ross og er ríðingarmaður og ein av virknu limunum í Føroyskum
Íslandsrossafelag, har hann síðani byrjan hevur virkað sum dómari í
gongulags-kappingum. Eisini er hann traðarmaður.
Fótbóltur hevur altíð havt hansara áhuga, og er hann íðin HB-viðhaldsmaður. Hann spældi eisini nógv fótbólt fyrr, serliga í Ítróttarfelagnum Føroyar í København, har hann eisini royndarvandi við danska fótbóltsfelagnum AB.
Heðin er giftur Marini, f. Clementsen, av Sandi. Tey eiga børnini Hjørdis, sum er gift Andrasi Splidt, Bjørt, sum er gift Peturi Østergård, og
Dánjal, sum er giftur Barbaru Vang. Barnabørnini eru 6 í tali.