Heðin er farin úr Tinganesi

Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur í dag lagt frá sær og fer aftur í sessin sum formaður í Sunda kommunu Tað verður við hesum gjørt kunnugt, at løgmaður frá 25. januar 2008 at rokna hevur loyst Heðin Zachariasen úr embæti sínum sum landsstýrismaður samsvarandi løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya § 29, 1. stk. Landsstýrismaðurin ynskti sjálvur at verða loystur úr starvi.

Løgmaður tekur fyribils við ábyrgdini av teimum málsøkjum, ið Heðin Zachariasen hevur sitið fyri sum landsstýrismaður.

Omanfyri nevnda stendur í dag á heimasíðuni tinganes.fo.

Heðin Zachariasen hevur heitt á løgmann um at verða loystur úr starvinum.

Mánadagin verður bygdaráðsfundur í Sunda kommunu, og tá fer Heðin aftur í sessin sum borgarstjóri í Sunda kommunu. Síðani Heðin Zachariasen 23. november loysti Jacob Vestergaard av í Tinganesi, hevur Árni M. Dam verið virkandi borgarstjóri í Sunda kommunu.