Í ÍtróttarSosialinum, sum kom út farna mánadag, var tema grein um býtið av landsliðspengum í føroyskum fótbólti. Í stuttum, so koma áleið 5,4 milliónir krónur inn til føroyskan fótbólt í samband við EM undankappingina, sum er í gongd nú.
Les eisini: Hvør skal hava landsliðsmilliónirnar
Feløgini, sum lata landsliðsspælarar, fáa leið 40 túsund krónur fyri hvønn landsliðsspælara til hvønn landsdyst. Hetta metir eitt nú formaðurin hjá NSÍ, Sonni L. Petersen, er við til at skapa ein ójavna í føroysku kappingina, tí tað eru bara tey stóru feløgini, sum javnt fáa ágóðan av pengunum.
Øll greinin kann lesast á e-Sosialinum við at trýstaHER
Finnbogi Arge, formaður í HB, sum hevur verið til samráðingar fyri Føroyar við ECA(Felagið fyri fótbóltsfeløgini í Evropa), heldur ikki at hetta skal broytast.
HB hevur brúk fyri pengunum
Finnbogi Arge, formaður í HB, greiðir frá, at felagið hevur brúk fyri pengunum, tí at felagið er tungt at dríva.
- Í HB eru vit kanska tað felagið í landinum við flest luttakandi. Tað sigur seg sjálvt, at tað er dýrari at reka eitt felag tá. Harumframt eru teir flestu av okkara venjarum eisini útbúnir, og tað er eisini nakað sum kostar pengar.
- Umframt tað, so hava vit eisini ein hóp við nógvum landsliðsleikarum, og tað kostar eisini at reka. So vit ríkast ikki upp av landsliðspengum, tí tað skal nógv og hart frívillugt arbeiði til, fyri at reka eitt ítróttfelag.
Gunnar skaddur eitt heilt ár
Finnbogi Arge greiðir harafturat frá, at HB í fjør, merkti sviðan við at ein landsliðsleikari kom aftur við skaða, eftir at hann hevði verið á venjingarlegu við landsliðnum(Gunnar Haraldsen). Hann sigur harafturat, at tað er ein stór misskiljing, um fólk halda, at feløgini, ið fáa pengar fyri altjóða luttøku og landsliðsleikarar, ríka seg upp av hesum pengunum.
- Vit hava eitt dømi frá í fjør, har ein HB leikari gjørdist skaddur undir venjing við landsliðsnum. Eftirfylgjandi var skaðin so mikið álvarsamur, at hann misti alt kappingarárið í fjør. Tað er eisini tað sum meiningin við landsliðspengunum er. Hon er fyri at dekkað tað sum feløgini missa, um nú ein leikari gerst skaddur á landsliðnum.
Finnbogi Arge sigur, at kompensatiónin fyri landsliðsleikarar má fara til tey feløgini, ið betala landsliðsleikarunum løn. Somuleiðis greiðir hann frá, at tað longu er ein skipan, har feløgini mugu gjalda uppalingarpening fyri at yvirtaka ein ungan sáttmálaleikara, sum skiftir frá sínum upprunafelag.
Landsliðspengar er eitt av evnunum í Fótbóltspanelinum, sum verður á Rás2 klokkan 16 í dag(fríggjadagin).