HB vendi lívligum klassikara á høvdið

Flest øll mundu halda, at KÍ var ávegis fyrsta sigrinum í skjótt fýra mánaðir, tá ið teir í hálvleikssteðginum vóru á odda 3-0 í klassikaranum ímóti HB við Djúpumýru sunnudagin. HB vildi tað tó øðrvísi og við einum frálíkum seinna hálvleiki fingu teir bjargað sær eina stigi umvegis 3-3-javnleik

KÍ - HB 3-3 (3-0)

Hóast veðurlíkindini ikki vóru góð til fótbólt, so vóru nógv fólk savnað til søgu­ríku uppgerðina ímillum javn­aldrandi KÍ og HB við Djúpu­mýru sunnudagin. KÍ-skýlið var at kalla fullsett, meðan fólk sum vera man eis­ini vóru ymsa­staðni kring vøllin. Eisini væl nøgdu HB-við­halds­fólkini vóru manssterk og fullgjørdu karmarnar um dystin.
HB hevði undan dyst­inum trygt fremsta pláss í Effo­deildini við níggju stigum til næsta lið, ÍF, meðan KÍ skuldi royna at venda eini oyði­markargongd við 11 dystum utt­an ein sigur.

KÍ á odda
Fyrstu løtuna var tað HB, sum hevði bróðurpartin av spælinum, men ein sá greidliga, at hugflogið hjá snúnings­punktinum á mið­vøllinum, leikbannaða Andrew av Fløtum, vant­aði. Hesa uppgávu høvdu annað­hvørt Fróði Benjaminsen ella Heini Vatnsdal, men teir hava útmerkað síni evni í øðrum pørtum av spælinum heldur enn at gera málgerandi frí­spælingar.
KÍ formáddi sær ikki nógv fyrsta partin av fyrra hálv­leiki, men tá ið HB ikki fekk nakað burturúr at hava bóltin, so gjørdi KÍ tað so sanni­liga, tá ið teir loksins fingu uppspølini í gongd. HB varð revsað.
Tá ið lítil hálvur tími var leiktur var tað eftir eitt horna­spark, at KÍ legði seg á odda. Málrevurin, Páll A. Klett­skarð, fekk ov lætt spæl frá Trónda Jensen, og so kundi hann til stóra frøði millum heimafjøldina ótarn­að­ur stúta KÍ á odda 1-0.
KÍ økti
Síðani gingu bara fáir min­uttir, áðrenn KÍ aftur fekk mál. Hesaferð var tað eitt inn­legg úr høgru, sum málverjin, Teitur M. Gestsson, fór full­komiliga skeivur av og boks­aði í egið mál. 2-0 og HB-leik­ararnir vóru skelkaðir, men teir skuldu neyvan halda, at KÍ-trýstið var av.
Tveir minuttir seinni bleiv tað nevniliga 3-0 og triðju ferð umvegis innlegg. Álvur Christiansen sendi bóltin inn fyri málið úr høgru beint í pannuna á Páll A. Klettskarð, sum stútaði bóltin hart og trygt upp í málhornið til 3-0.
HB hevði nakrar smá­vegis málmøguleikar løt­una til hálvleiks, men tað spurdist einki burturúr og hálv­leiks­støðan var 3-0 til KÍ.

HB fekk eina vón
Í seinna hálvleiki tóktust HB-leikararnir ikki stórvegis ávirkaðir av støðuni, tí teir lupu ikki fram av og eiheldur vóru teir uppgevandi. Teir royndu at endurvinna tað spæl, sum hevur borið teir á eitt somikið trygt fyrsta pláss, og hetta gav teimum eis­ini júst tað, teir høvdu tørv á: eitt mál tíðliga í seinna hálv­leiki.
Gott uppspæl í høgru síðu endaði við, at Christian R. Mouritsen setti innaru síðu á bóltin og sendi hann í netið til 3-1.
Hetta gav eina vón til HB og mótprógvaði teim­um, sum mettu, at KÍ hevði av­gjørt dystin í fyrra hálvleiki. Tað var eisini um reppið, at KÍ sløkti alla vón hjá HB og gjørdi tað til 4-1, men HB-mál­verjin, Teitur M. Gestsson, spældi seg væl inn aftur í dystin við fleiri góð­um bjargingum – hin størsta uttan iva eftir skot frá einum púra leysum Álvi F. Christiansen.

Rimmar comeback
Tá ið tað restaði eitt korter av dystinum, fekk HB loksins málið, sum gav teimum eina veruliga vón. Bólturin endar eftir eitt innlegg úr vinstru uttanfyri málteigin, haðani Bárður Olsen ikki ivaðist. Hann langar til, og umvegis ein KÍ-leikara støkkur bólt­urin inn við handaru stong í málið til 3-2.
Hetta lat dystin full­komi­liga upp aftur og seinasta korterið var ógvuliga lívligt, har heimamenninir kýttu seg fyri at varðveita leiðsluna og gestirnir tað sama í eini roynd at fáa stig burturúr.
Og tað eydnaðist gest­unum at fáa stig burturúr. Ser­liga Símun Samuelsen var íðin at oysa bóltar inn í feltið, og tveir minuttir fyri leiklok eydnaðist tað HB at javna til 3-3. Tað var Páll Mohr Joensen, ið annars bara hevði ver­ið á vøllinum í 12 minuttir, sum eftir dystin kundi kalla seg bjargingarmann hjá HB við eina stiginum í hondini.
HB, sum at enda mátti ver­ið betur nøgt við eina stigið enn KÍ, varðveitir eina trygga leiðslu í Effodeildini – nú tó við sjey stigum eftir at ÍF vann sín dyst. Hinvegin kom hetta ógvuliga dátt við hjá KÍ, sum við 12. dystinum á rað uttan sigur nú er ávegis at missa sambandið við tey ovaru liðini – men tó kann ugga seg við, at tað framvegis eru fimm stig til næstaftasta plássið.

Páll skorar hvønn 13. minutt
Páll Mohr Joensen, sum júst er komin heim aftur til HB, skal ikki nýta nógva tíð um at skjóta mál. Hann er vorðin innskiftur tvær ferðir og hevur einans spælt 26 minuttir fyri besta liðið hjá HB í ár, men burturúr teimum fáu minuttunum hevur hann altso fingið tvey mál.

KÍ fekk bert eitt stig ímóti HB
Tað kundi verið blivin eitt rættiliga góð úrtøka hjá KÍ ímóti HB í hesum kappingarárinum. Ígjár førdi KÍ 3-0, men dysturin endaði 3-3. Í vár tapti KÍ á heimavølli 3-4 ímóti HB, aftaná at hava verið á odda 2-0. 21. juli vann HB ein tryggan 3-0 sigur á KÍ á heimavølli, og fekk KÌ sostatt bert eitt stig ímóti HB í ár.

Hjalgrím Elttør: - Stór skomm
Hjalgrím Elttør, sum nú aftur er liðskipari hjá KÍ, var eftir dystin als ikki ikki nøgd­ur við eina stigið.
– Tað er ikki so nógv at siga. Hetta er ein aftur­vend­andi trupulleiki hjá okkum. Vit høvdu takið á dystinum og høvdu hann júst har, sum vit vildu. Enn einaferð spæla vit klóvn og lorka alt burtur. Hetta er stór skomm, segði ein bersøgin KÍ-lið­skiparin eftir dystin.
KÍ hevði ongantíð ætlanir um at fara í verju­støðu og verja 3-0-leiðsl­una.
– Nei, tað var ikki ætlan­in. Vit ætlaðu at halda fram, fáa eitt mál afturat og avgera dystin. Síðani hendir tað, sum ikki má henda. Teir fáa eitt mál og trúnnað aftur, meðan vit gerast ov varnir. Hetta er ræðuligt, segði hann og varð at enda spurdur, hvussu teir skulu koma úr hesi truplu støðuni.
– Nú hava vit so tvær vikur til næsta dyst, og tað gevur okkum tvær vikur at arbeiða í. Hetta má líka sodna fyrst, segði Hjalgrím Elttør at enda.
Oddbjørn Joensen: - løgin fyrri hálvleikur
– Vit spæla góðan fótbólt í fyrra hálvleiki, men teir fáa so málini umvegis tvær deyðbóltsstøður og eitt málmansdropp. Tað eru slík persónlig mistøk, sum kunnu henda. KÍ spælir seg ikki til teir stóru málmøguleikarnar, men eru á odda 3-0. Soleiðis er tað ein løgin fótbóltsdystur, segði hann og helt fram:
- Tá ið vit koma til hálvleiks, sláa vit kalt vatn í blóðið. Vanliga hevði ein kanska tosað við stórum bókstøvum, men tað var ikki neyðugt, tí vit gjørdu ikki nógv galið við bóltinum. Vit tosaðu um nøkur smáting og blivu samdir um, at vit skuldu taka tað púra róligt og spæla okkara spæl.
- Tað vísir styrkina á liðnum, at vit kunnu vera aftanfyri 3-0, men so fáa javnt 3-3, segði Oddbjørn Joensen.

- - -

Leikarametingar:

KÍ:
Meinhardt Joensen 3
Hevði ikki nógvar skotroyndir á málið og fekk ikki útmerkað seg, men fekk hinvegin heldur einki gjørt við málini, sum HB fekk.

Johan Jacobsen 3
Hevði gott samanspæl við Álv F. Christiansen á høgra vongi, og saman skaptu teir málgevandi málmøguleikar. Var eisini drúgvur í verjustøðu ímóti Símuni Samuelsen, sum helst fekk ov nógv pláss til at gera innlegg.

Jógvan Isaksen 4
Las spælið væl og tetti nógv hol í KÍ-verjuni. Legði nógv fyri dagin og fekk eisini gula kortið burturúr strembanunum.

Heðin á Lakjuni 4
Sendi málgevandi bólt inn fyri málið, men kom síðani ikki nógv fram eftir vøllinum. Í verjustøðu vísti hann, at hann er ein royndur leikari.

Álvur Christiansen 3
Prógvar, at hann er væl umskúlaður til vongleikara leikari heldur enn bakk. Rann seg væl leysan í støðum, men misnýtti hinvegin eisini ein risa møguleika.

Atli Danielsen 3
Átti stóran leiklut í verjustøðunum hjá KÍ, men tað glapp ímóti dystarenda.

Ivan Joensen 3
Var millum teir mest kreativu leikararnar hjá KÍ og setti ferð á umstillingarnar. Kundi verið við til at hildið meiri upp á bóltin – nakað, sum KÍ manglaði.

Hjallgrím Elttør 4
Hevði fingið liðskiparabandið aftur og bar tað væl. Avrik hansara liggur ongantíð aftur, væl arbeitt bæði í álops- og verjustøðu.

Heðin Klakstein 3
Vísti sín kvikleika, kom skjótt frá staði til stað og fylti harvið nógv á miðvøllinum. Gjørdi tað trongligt hjá HB. Hevði tó ov nógvar skeivar sendingar.

Páll A. Klettskarð 6
Gjørdi tað, sum hann var bestur til. Fekk ikki nógvar málmøguleikar, men fór av vøllinum sum tvífaldur málskjútti – eitt eyðkenni hjá sonnum málrevum.


HB:
Teitur M. Gestsson 2
Má taka 2. málið hjá KÍ á sín kappa, men spældi seg væl inn aftur í dystin í seinna hálvleiki.

Tróndur Jensen 1
Kemur als ikki eins skjótt frá baklinju til baklinju sum skaddi Jógvan Rói Davidsen, og var í tveimum avgerandi støðum áskoðari heldur enn uppdekkari.

Johan T. Davidsen 3
Ein drúgvur verjuleikari, men burdi tikið meiri ábyrgd av verjuketuni, har tveir ungir mans vóru hesaferð.

Pál M. Joensen 3
Var bara avloysari fyri Gunnar Haraldsen og kom eftir umstøðunum væl frá dystinum.

Alex dos Santos 2
Megnaði ikki at forða fyri avgerandi innleggum og hegni við langskotsroyndunum er ikki tað sama, sum tað áður hevur verið.

Christian R. Mouritsen 3
Var ikki eins eyðsýndur, sum hann áður hevur verið, men hann var ískaldur í eini ógvuliga avgerandi løtu og skoraði.

Heini Vatnsdal 3
Var sum vera man ein drívmegi á miðvøllinum, men í tí skapandi spælinum hevur hann rúm fyri betringum.

Bárður Olsen 4
Kennir væl sínar dygdir og helt ikki aftur við at royna seg við langskotum. Og tað gav úrslit, má sigast. Eitt umráðandi mál.

Fróði Benjaminsen 2
Gekk ikki á odda í tann mun, hann vanliga ger, og bar brá av at vera nakað moyrur eftir landsdystin mikukvøldið.

Kristin R. Mouritsen 3
Andrew av Fløtum hevði helst fingið meiri burturúr kvikleika hansara. Kann ikki lastast fyri at ikki fáa nóg nógvar bóltar til sínar kviku føtur. Var raskur, men støðið fall og hann varð eisini útskiftur.

Símun Samuelsen 3
Tók ábyrgd og hevði bóltin nógv. Hóast nakrar miseydnaðar skot­royndir, so hevði hann eitt hav av góðum innleggum, og hetta gav at enda úrslit.

- - -

KÍ - HB 3-3 (3-0)
1-0: Páll Klettskarð, 30.
2-0: sjálvmál (Teitur Gestsson), 34.
3-0: Páll Klettskarð, 35.
3-1: Christian R. Mouritsen, 51.
3-2: Bárður Olsen, 75.
3-3: Páll Mohr Joensen, 88.
Dómari: Eiler Rasmussen