HB vann væleydnaða venjingarkapping í Gundadali

Venjingarkappingin, har 8 lið úr effodeildini og fýra lið úr næstbestu deildini kappaðust eydnaðist framúr væl. Semja er millum fyrireikarar og spælarar, at tiltakið eigur at verða endurtikið komandi ár.

Leygardagin skipaði fótbóltsvenjarafelagið fyri einari serligari fótbóltskapping í Gundadali. Talan varð um eina sokallað ”venjingarkapping”. Kappingin fór fram á bæði ovara og niðara vølli í Gundadali. Kappast varð við 12 liðum, 4 lið vóru í hvørjum bólki. Leiktíðin var 35 minuttir pr. Dyst. 8 effodeildarlið og fýra 1. deildarlið lut í kappingini. Liðini, sum tóku lut í fótbóltskappingini vóru : EB/Streymur, ÍF, HB, KÍ, Víkingur, NSÍ, B36, FC Suðuroy , B68, AB, B71 og HB 1. deild.

Tríggir bólkar

Ì bólki A, sum spældi millum klokkan 10.15 og 12.15 vóru AB, ÍF, EB/Streymur og HB. Í bólki B, sum spældi millum klokkan 12.30 og 14.15 vóru KÍ, NSÍ, B36 og Víkingur. Í bólki C, sum spældi millum klokkan 14.30 og 16.25 vóru B68, B71, FC Suðuroy og HB 1. deild. Teir tríggir bólkavinnararnir og besti tveyarin komu í hálvfinalurnar, sum vóru spældar samstundis á ovara og niðari vølli í Gundadali. Liðini, sum komu í finaluna, HB og AB fingu heiðurin at spæla finaluna á Tórsvølli við fullum flóðljósi.

Vóna at øll møta næsta ár

Fitt av áskoðarum vóru til dystirnar, og gekk tað væl at avgreiða kappingina. HB vann á AB í finaluni. Ùrslitini frá kappingini kunnu síggjast aðrastaðni á hesari síðuni. Menn vóna tó, at øll 10 liðini í fremstu deildini melda til komandi ár. Onkur samanbar leygardagin í Gundadali við eina sølumessu, har fótbólturin varð sýndur fram, og tað var avgjørt ein góð lýsing av tiltakinum. Heðin Mortensen, borgarstjóri handaði vinnandi liðnum steyp. Frankie Jensen handaði vegna venjarafelagið steyp til Heina Vatnsdal hjá HB, sum fekk heiðurin at verða besti spælari í kappingini.

Fyrireikararnir fegnaðust

Àki Johansen og Frankie Jensen frá venjarafelagnum fegnaðust um tað fyrstu venjingarkappingina, sum varð avgreidd leygardagin. Áki Johansen segði, at ein áskoðara hevði sagt við hann: - Tað hevur verið so upplagt at skipa fyri kappingini, at kanska júst tí hevur eingin skipað fyri henni. Áki Johansen segði, at hann og hinir venjararnir høvdu havt nógv góð faklig prát undir kappingini, har venjararnir vóru fegnir um at kunna skoða fleiri mótstøðulið á einum og sama staði. Hjá Frankie Jensen var dagurin heldur strævin, tí hann mátti samskipa nógv, og eisini traðka til, sum vallarvarpari í Gundadali. Sum venjari hjá 1. deildarfelagnum hjá HB kundi hann eisini fegnast um, at liðið hjá honum rakk hálvfinaluni í kappingini. Frankie Jensen viðgongur tó, at tá teir fyrstu dystirnir byrjaðu í kappingini segði hann við seg sjálvan: - Á nei bara ikki allir dystirnir enda 0-0. Tann óttin bleiv tó skjótt til skammar, og heldur Frankie, at leikliga støðið og intensiteturin varð rættiliga góður í mun til árstíðina. Áki og Frankie lata ongan iva verða um, at kappingin verður aftur næsta ár, men tað kann henda, at hon heldur verður um miðjan februar komandi ár.

Venjaraparið hjá HB fegnaðist um sigurin og tiltakið

Oddbjørn Joensen, høvuðsvenjari og Fróði Benjaminsen, leikandi hjálparvenjari hjá HB fegnaðust um at hava vunnið ta fyrstu venjingarkappingina. Fróði fegnaðist serliga um 3-1 sigurin á EB/Streymi í tí innleiðandi bólkaspælinum, umframt tann sannførandi 4-0 sigurin á AB í finaluni. Sum spælari helt, at talan varð um eitt gott tiltak, sum eigur at verða endurtikið á hvørjum ári. Fróði viðgekk tó, at kendist strævið at spæla so nógvar dystir, men at talan var um eitt rímiliga gott støðið og intensitet. Oddbjørn fegnaðist eisini um sigurin hjá HB, og høvið hann, sum venjari hevði havt at sæð nógvar av sínum spælarum í fimm dystum, sum vardu 35 minuttir hvør. Hann fegnaðist eisini um høvið at kunna notera sær nógv niður um mótstøðuliðini, umframt, at honum beyðst høvið at hava nógv góð faklig prát við aðrar venjarar, meðan hinir bólkarnir vóru avgreiddir. Oddbjørn fegnaðist eisini um, at liðið hjá honum arbeiddi seg væl upp í kappingini, aftaná ein innleiðandi 0-1 ósigur ímóti AB í bólkaspælinum. Eftir tað gjørdist talan um fýra sigrar, 2-0 á ÌF, 3-1 á EB/Streymi í bólkaspælinum, 1-0 á NSÍ í hálvfinaluni, og so ein sannførandi 4-0 sigur í finaluni ímóti NSÍ.

Ùrslitini í Venjingarkappingini í Gundadali. Hvør dystur varð 35 minuttir.

Bólkur 1 :

EB/Streymur – ÌF 2-0
AB-HB 1-0
HB-ÍF 2-0
EB/Streymur-AB 1-1
HB-EB/Streymur 3-1
ÌF-HB 1-1

Endaliga støðan í Bólki 1 :

1. HB 6 stig
2. AB 5 stig (víðari sum besti tveyari)
---------------------------
3. EB/Streymur 4 stig
4. ÍF 1 stig

Bólkur 2 :

B36 - Víkingur 1-1
Kí - NSÍ 0-1
B36 - NSÍ 1-0
Víkingur - KÍ 1-1
B36 - KÍ 0-0
NSÍ - Víkingur 1-0

Endaliga støðan í Bólki 2 :

NSÍ 6 stig
---------------------
B36 5 stig
Víkingur 2 stig
KÍ 2 stig

Bólkur 3 :

HBb – FC Suðuroy 0-0
B71- B68 1-0
HBb - B68 1-0
FC Suðuroy - B71 1-1
HBb - B71 2-0
FC Suðuroy - B68 0-0

HBb 5 stig
FCS 3 stig
B71 3 stig
B68 1 stig

Hálvfinalur :

HB-NSÍ 1-0
AB-HBb 2-1

Finalan á Tórsvølli :

HB-AB 4-0 (Fróði Benjaminsen 2, Bárður Olsen og Símun Samuelsen)

Besti spælari valdur av venjarafelagnum: Heini Vatnsdal, HB