HB vann tryggan sigur

Tað tykist, sum um kvinnuliðið hjá HB hevur fingið gongd á seinastu vikurnar. Sunnudagin vunnu tær ein greiðan 5-1 sigur á GÍ, og Malan á Dunga fekk heili trý mál

Aftur hesuferð vann HB í einum sera málríkum dysti á heimavølli. Hesuferð vann liðið 5-1 á GÍ, eftir at HB í seinasta heimadysti vann 4-2 á B68. Við hesum báðum sigrunum hevur HB tikið seg nógv fram á stigatalvuni og er nú beint í hølunum á grannunum B36.
HB kom framum, tá lítil hálvur tími varð spældur. Nýggja stjørnuskotið í HB, Malan á Dunga, skoraði. Hon setti høvdið á eitt innlegg frá Eyðfríð Kristiansen, og so stóð 1-0.
Fimm minuttir seinni fekk HB brotsspark. Aftur var Eyðfríð Kristiansen uppá spæl, tá hon varð feld í brotsteiginum. Eyðvør Thomsen er fastur skjútti, og hon skoraði trygt. 2-0 var eisini støðan í hálvleikinum.

GÍ svarar aftur
Beint sum dómarin hevur sett seinna hálvleik í gongd, minkar GÍ um munin. Heidi Jacobsen gerst leys við málverjanum, og hon skorar.
HB hevði tó framhaldani yvirvágina í dystinum, og eingin ivi var um, at HB var betra liðið. HB økir tó um munin við tveimum málum frá Maluni á Dunga, og Eyðfríð Kristiansen fekk seinasta málið í dystinum.
Eftir stórtapið móti KÍ hevur HB fingið skil á liðið og hevur nú tveir sigrar í skjáttuni.

HB ? GÍ 5-1
1-0 Malan á Dunga
2-0 Eyðvør Thomsen, br.
2-1 Heidi Jacobsen
3-1 Malan á Dunga
4-1 Malan á Dunga
5-1 Eyðfríð Kristiansen