Í gentudeildini, tað eru gentur 14-17, spældu KÍ og HB steypafinalu. Hetta eru eisini liðini, sum liggja fremst í landskappingini í hesari deild. KÍ legði seg á odda við máli, sum Soffía Purkhús gjørdi. Marianna Jacobsen javnaði fyri hálvleikssteðgin. Seinasta hálva tíman hevði HB munin í dystinum og skoraði trý mál – málskjúttar vóru Guðrið Eystberg og Birita Mortansdóttir, sum gjørdi tvey mál. Harvið vann HB steypafinaluna hjá gentum 4-1, og eftir finaluna handaði Sveinur Tróndarson HB-gentunum Mótasteypið.