HB-unglingarnir føroyameistarar

Heldur ikki hesa ferð megnaði EB/Streymur at vinna finaludyst

Unglingar

Mikukvøldið varð FM-finalan hjá unglingunum leikt í Gøtu.
Dysturin stóð millum EB/Streym og HB, og heilt fitt av fólki høvdu leitað sær til Gøtu at fylgja við, hvussu leikur fór. At spenningurin var stórur komst ikki minst av, at tær fýra ferðirnar, sum liðini høvdu hitst fyrr í ár, høvdu liðini vunnið tveir dystir hvør, so í veruleikanum stóð alt opið undan hesum seinasta dystinum.
Úrslitið av dystinum varð, at HB vann dystin 2-1, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 1-0 til HB. Tað málið stútaði Eli Thorsteinsson beint fyri hálvleik, eftir at Rasmus Nolsøe hevði sent hornaspark innfyri.
Í seinna hálvleik var tað fyri tað mesta HB, sum hevði yvirtakið, og eftir 15 minuttum øktu teir eisini til 2-0. Bjarni Jørgensen slapp leysur í høgru síðu, og tá hann sendi innfyri var Rókur á Fløtum Jespersen á rætta staðnum og beindi bóltin í málið.
EB/Streymur vildi tó ikki geva skarvin yvir, og eitt korter fyri leiklok eydnaðist tað Brian Olsen at stúta eitt fríspark í málið. Seinastu minuttirnar royndu teir úr felagsliðnum at leggja trýst á HB, men hóast hetta viðførdi onkrar spentar støður, so kom avgerandi møguleikin ongantíð, og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð stóð tí greitt, at gullið skuldi til Havnar. Hjá EB/Streymi mundi tapið kennast eyka keðiligt, tí hetta er nevnliga næsta silvurmerkið, sum liðið hevur vunnið í ár. Í summar taptu teir nevnliga steypafinaluna fyri GÍ.