ÍTRÓTTARPROFILUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Christianshavn, Keypmannahavn: Vagnur Mohr Mortensen flutti til Danmarkar beint eftir at landskappingin endaði í fjør. Unnustan fór til Keypmannahavnar í lestrarørindum, og Vagnur fylgdi við henni. – Kappingin var liðug, og eg vildi royna okkurt nýtt, so tað gjørdi eg, fortelur Vagnur henda sólskinsdagin síðst í mai mánaði. Hann arbeiðir sum timburmaður og er við at byggja nýggja høvuðssæti hjá Aller-samtakinum; fyritøkan handan millum annað Se & Hør, Billedbladet, Kig Ind, Biler og fleiri onnur bløð. Vagnur hevur búð á Øresund Kollegiet saman við unnustuni, men er í dag komin heimaftur til Føroya. Ætlanin er at spæla kappingarárið út við HB, fyri síðani at flyta aftur til Danmarkar. Tíðina í Danmark hevur Vagnur millum annað brúkt til fótbólt. Í nakrar dagar royndi hann seg hjá Fremad Amager, men nógvir aðrir leikarar royndarvandu um júst sama mundi, umframt at Vagnur var nógv plágaður at bentendilsi í tonnunum. Tá so hann bleiv spurdur, um hann hevði hug at venja við næstbesta liðnum hjá Fremad Amager, takkaði Vagnur fyri seg. Síðani hevur hann spælt við ÍF Føroyum, har hann hevur havt ein týðandi leiklut. Hetta er nú – fyribils – eitt liðugt kapittul. Vagnur flytir heim til Føroya, heim til HB. HB er stoltleiki Alla sína fótbóltsuppaling hevur Vagnur fingið í eldra havnarfelagnum. Eitt felag, sum Vagnur virðismetir høgt. – Tað er ein heilt serlig kensla, at spæla fyri HB. Ein vissur stoltleiki. HB er eitt sigursvant felag, nakað serstakt og HB-troyggjan er mín býarbúni, heldur Vagnur fyri. Evnini hjá Vagni á vøllinum munnu tað vera fá, sum seta spurnartekin við. Hann er fjølbroyttur leikari, sum kann brúkast á næstan øllum plássum. Sjálvur er Vagnur eisini ógvuliga tilvitaður um sín leiklut. – Eg spæli fyri at vinna, svarar hann stutt og greitt, tá hann skal lýsa seg sjálvan sum fótbóltsspælara. Vinnarahugburðurin liggur djúpt í havnarmanninum. Hann er uppvaksin við tí. Vagnur var partur av einum sera góðum árgangi, sum vann so at siga alt, ið vinnast kundi allan vegin uppeftir yngru deildirnar. Samstundis gekk tað ikki heilt eftir vild hjá besta liðnum. Tískil vóru vónirnar settir til, at Vagnur og liðfelagar hansara fóru at lyfta HB-liðið uppaftur á hægstu rók, tá teir vórðu nóg gamlir. – Frá eg var sjey til eg var fimtan vann HB einki meistaraheitið. Samstundis vunnu vit alt, og fólk plagdu at siga við okkum, at tá tit koma í 1. deild, verður HB aftur meistari, greiðir Vagnur frá. Hesir spádómar gingu út. HB bleiv meistari í 1998 og vann trý meistaraheitið á rað frá 2002 til 2004, og so aftur eitt í 2006. Tískil er Vagnur vanur við, at bara tað besta er nóg gott. Ikki mín trupulleiki Vagnur spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá HB í 1999. Hann var tá 16 ára gamal. Hóast nógv plágaður av skaðum, so hevur Vagnur verið lyklaleikari hjá HB í fleiri ár. Umframt tað hevur hann spælt á øllum ungdómslandsliðunum, og í 2004 varð hann úttikin til A-landsliðið. Við hesi úttøku slerdi Vagnur av álvara navn sítt fast í føroyskum fóbólti. Men tað er langt frá bara tað positiva, Vagnur er kendur fyri á vøllinum. Tað er hann eisini fullgreiðir um. – Eg skal vinna, tá eg spæli og eg geri alt fyri tað. So kann tað væl vera, at eg verið ópopulerur millum mótstøðuleikararnar og teirra viðhaldsfólk, men tað er teirra trupulleiki, sigur Vagnur, sum er vanur við, at fólk heldur enn fegin síggja HB tapa. – HB er eitt sigursvant felag, og tað er altíð eyka stuttligt hjá mótstøðuliðum okkara at vinna á okkum. Tapa vit ein dyst, so verður tað prikað við tí í alla tí næstu vikuna, har fólk senda heilsanir í útvarpinum og hvørt av sínum. Tað sama sært tú ikki, tá B36 tapir. – Men tað er eisini júst tað, sum ger at eg elski at spæla við HB. Fólk eru so uppsett upp á at vinna á okkum, og tað ger tað enn stuttligari at spæla og vinna dystirnar, smílist Vagnur. Var ov illsintur Vinnarahugburðurin hjá Vagni hevur tó ikki einans verið positivur. – Eg havi fingið nógv býtt kort. Eg eri illsintur og serliga, tá eg var yngri, fekk eg nógvar býttar útvísingar. Yvirreageraði við at hevna meg, og brúkti meg móti dómarunum. Men tað er betri nú, metir Vagnur. Hóast sinnalagið kanska er øðrvísi, er vinnarahugburðurin tó tann sami, sum hann altíð hevur verið. – Eg vil spæla saman við vinnarum, og fyritrekki ein minni góðan leikara, sum veruliga vil vinna, enn ein fínan bóltspælara, sum ikki hevur vinnarahugburð. Og hesin hugburðurin skal altíð koma til sjóndar. Eisini undir venjing. Tá menn eru lidnir og sita í umklæðingarrúminum aftaná, so eigur man at síggja, hvør tapti síðsta dystin, sigur Vagnur avgjørdur. FM í 2006 var uppiborið At hann ikki gevst fyrr enn allar síðsta bríksl, var kappingarárið 2006 helst besta dømi um. Á ársins síðsta leikdegi stóð EB/Streymur til at vinna FM. Men á heimavølli taptu sundalagsmenn fyri KÍ. Um sama mundi sum tað varð bríkslað av á Mølini á Eiði, fór Vagnur úr HB-verjuni niðan í álopið. Við einum sigri kundi HB yvirhálað EB/Streym, og harvið vinna FM. Á veg niðan eftir vøllinum rópti liðformaðurin á Vagn og spurdi, hvat fanin hann skuldi gera í álopinum. Lítla løtu seinni kom svarið. Tveir minuttir fyri leiklok hevði Vagnur sent HB á sigurskós. Dysturin endaði 2-0 til HB, og harvið var meistaraheitið í hús. – Hatta var uttan iva besta løtan hjá mær á vøllinum. Og sjálvandi var tað uppiborið, at vit vunnu. Vit spældu 27 dystir gjøgnum árið og fingu flest stig, og so er ikki so nógv meiri at siga um tað. Um stigini koma fyrst ella síðst í kappingini er líkamikið, sigur Vagnur at enda. Fakta Navn: Vagnur Mohr Mortensen Aldur: 25 ár Starv: Timburmaður Feløg: HB, AB, ÍF Føroyar A-landsdystir: 3 Vagnur um ÍF Føroyar Tað var sera stuttligt at spæla har úti. Serliga tí, at fleiri av teimum leikarunum, sum vanliga hava verið mínir mótstøðumenn, brádliga vóru mínir liðfelagar. Tað er eisini eitt deiligt stað at læra hesar menn at kenna, sum man annars kanska ikki hevði gjørt. ... um Francesco Totti Heimsins besti fótbóltsspælari, so einfalt er tað. Totti er tann einasti 10-arin, sum er eftir. Hann er ímyndin av Rom, og er ein av teimum heilt fáu, sum klagir at vera arrogantur. Tað er ikki hansara trupulleiki, um fólk ikki dáma hann. (Mynd av Totti) ... um EM í fótbólti Tað gleði eg meg til. Har er tað fyrst og fremst Italia, eg fylgi. Eisini hóast Totti ikki verður við. Svøríki fara eg eisini at fylgja væl við, hvussu gongst hjá teimum. (Mynd av Euro 2008 logo) ... um landsliðið Tað er ikki nakað, eg hugsi um beint nú. Tað gjørdi eg heldur ikki, tá eg varð úttikin. Eg hugsi bara um at gera mítt besta á vøllinum. Men eg var ógvuliga fegin og errin fyri tað herðaklappið, sum tað er at verða úttikin. Í løtuni tykist tað onkursvegna sum um, at tað eru ikki øll, sum síggja sama stoltleika í at umboða Føroyar.