HB á útivølli móti NSÍ

Tveir av fremstu FM-favorittunum bresta saman longu fyrsta umfarið, sum Formula-liðini eru við í kappingini um Løgmanssteypið

Fótbóltur

Spenningurin kom skjótt í hæddina, tá 3-2 studio í Sjónvarpinum í gjárkvøldi var karmur kring lutakastið til kappingina um Løgmanssteypið.
Eftir at fyrsta umfarið við ikki-styrkismettu liðunum var trekt, var túrurin komin til næsta umfarið, og her vildi lagnan tað so, at øll tey “veiku” kortini komu úr pottinum fyrst. Skála tó undantikið.
Eftir vóru níggju kúlur við Formula-liðum, og tí var meira enn sannlíkt, at onkur stórdystur stóð á skránni alt fyri eitt.

Í Gøtu og Runavík
Og talan gjørdist so eisini um tveir av slagnum. Í Gøtu verður spenningurin helst stórur, tá KÍ kemur á vitjan, og so verður tað at kalla stórdystur við Løkin, tá HB kemur á vitjan.
NSÍ er eitt av feløgunum, sum veruliga tykist hava riggað til undan komandi kappingarárinum, og við heimadysti móti føroyameistarunum verður talan alt fyri eitt um stóra styrkisroynd.
Í so máta tykist talan vera um heldur greiðari favorittleiklutir í hinum dystunum, har Formula-lið taka lut. B36 og EB/Streymur hava heimadyst móti hvør sínum uppflytara, og bæði Skála og VB/Sumba skulu spæla móti liðum, ið hava vunnið seg víðari úr innleiðandi umførunum.