HB til Klaksvíkar við stórum sjálvsáliti

Uppskriftin hjá Oddbjørn Joensen og hansara monnum er tann sama, sum hon hevur verið – álop – og KÍ liðformaðurin vísir á tølini, sum siga, at KÍ hevur skorað mest, og at fægst mál eru farin ígjøgnum hjá HB

Støðutalvan ber boð um, at klassikarin millum javn­aldrarnar báðar, KÍ og HB, hesa ferð er meiri tignarligur, enn hann oftast hevur verið seinnu árini. Tá ið Dagfinn Forná fer at bríksla fyrstu ferð flaggdagin klokkan 18, er HB topplið, og KÍ er næst­fremst. Hvørki liðið er higar­til í ár farið av vøllinum uttan úrtøku.
Áhugin millum áskoðarar­nar kennist vera stórur, og eingin ivi tykist vera um, hvat tað fer at verða borðreitt við:
– Vit fara til Klaksvíkar fyri at vinna. Higartil hava vit lopið á, og í flestu førum hevur tað eydnast væl. Sam­stundis fegnast vit um, at verjuparturin hevur hepnast so serliga væl. Bara tvey mál eru farin ígjøgnum hjá okkum. Tað ber boð um, at alt liðið, sum tað er, arbeiðir væl í verjuni, ikki minst sentrali miðvøllurin hevur víst seg at vera stinnur, og í álops­partinum hava allir fram­rættaðu menninir skorað mál tær seinastu ferðirnar, so tað sær gott út, heldur HB venj­arin Oddbjørn Joensen.
Tú roknar tykkum at vera favorittar?
– Vit hava greitt sagt, at vit ætla at vinna FM og steypa­kappingina. Skal tað eydnast, so er neyðugt at vinna. KÍ fer sjálvandi at gera um seg, men vit trúgva uppá tað, sigur HB venjarin, sum fer at hava allar teir við í ferðalagnum til Klaks­víkar, sum sunnudagin vunnu rudduligan 3-0 sigur á Víkingi.

Kenna uppskriftina
KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør ásannar, at tað hjá teim­um seinastu ferðirnar hevur verið meiri undirhald, enn tað hevur verið skipað fót­bólts­spæl.
– Vit hava havt trupul­leik­ar at varðveita bóltin, og iva­leyst hava vit viðhvørt verið ov ótolnir. Tað vóna vit at bøta um. HB hevur fleiri ferð­ir higartil í ár verið heilt greitt omaná. Tað er upp til okkum at steðga teimum. Vit halda okkum hava uppskriftina, men eingin skal rokna við, at vit á heimavølli fara at verja okkum til stig. Vit hava skor­að flest mál av øllum higartil, og eg rokni við, at tað verður nógvur álopsfótbóltur og gott harvið gott undirhald fyri áskoðararnar.
Hjá klaksvíkingum er mið­verjin Jógvan Isaksen leik­bann­aður. Nýggjur undir liðini á Oddmar Marsten, sum hevur vunnið sær fast pláss í miðverjuni, verður Sørmundur Kalsø, ið er komin fyri seg eftir skaðasteðg, ella John Hammer, sum seinastu ferð­irnar hevur verið á næst­besta liðnum.
Tølini siga, at tað er torført á heimavølli hjá KÍ ímóti HB. Klaksvíkingar hava ikki vunnið á HB í Klaks­vík í meiri enn átta ár. 28. mars í 2005 var úrslitið í fyrsta um­fari 4-3. Tríggir á nú­ver­andi KÍ liðnum vóru við ta ferð­ina: Heðin á Lakjuni, Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør. Kristoffur Jakobsen varð skiftur inn, tá ið tíggju min­uttir vóru eftir.
Eingin á HB liðnum, sum í morgin fer til Klaksvíkar, var við, tá ið HB síðst tapti í Klaksvík.