HB tapti aftur 0-1 í (Norður)Írlandi

HB var fyri triðju ferð innan fýra ár í Norðurírlandi, hesaferð tó móti einum liði úr bestu írsku deildini. Aftur endaði tað við einum 0-1 tapi

HB er úti av Europa Conference League undankappingini aftaná 0-1 tap, og harvið samlaðum 0-1 tapi fyri Derry City, ið landafrøðiliga liggur í Norðurírlandi, men sum kortini spælir í bestu fótbóltsdeildini í írska lýðveldinum.

 

Hetta er triðju ferð innan fýra ár, at HB tapir ein Europa Conference League undankappingardyst í Norðurírlandi við 0-1. Í 2019 tapti HB 0-1 fyri Linfield, og í 2020 tapti HB 0-1 fyri Glentoran. 

 

Derry City hevði fleiri málmøguleikar enn HB í dystinum í kvøld. Heimaliðið hevði fimm royndir á málið hjá HB, meðan HB hevði tvær royndir á málið hjá Derry. 

 

Sigursmálið fall tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Eitt hornaspark var sent inn í brotsteigin hjá HB, har Sadio Dialo stútaði bóltin framvið Bjarta Vitalis Mørk og í netið til 1-0. 

 

Tá 67 minuttir vóru leiktir hevði Dan í Soylu eina góða roynd, men málverjin hjá Derry City bjargaði væl. Sjey minuttir seinni bjargaði málverjin hjá Derry City hegnisliga einari góðari roynd hjá Adrian Justinussen, ið fekk eina góða sending frá Ára Mohr Jónsson, men nærri kom HB tíverri ikki at tryggja sær longda leiktíð.