HB-stuðlar eiga í Tórsvølli

Poul Michelsen formaður í Grunninum Tórsvølli og formaður í P/F Havnar Fótbólti er vónsvikin av, at øll orkan, ið serliga fótbóltsáhugaði hava lagt í ætlanina, verður gjørd til ein spurning um persónar. Hetta sigur hann í sambandi við, at komið er fram, at HB-stuðlar hevur lænt Grunninum 1 millión til Tórsvallarætlanina

Høgni Mohr


Ósemjan millum áhugabólkarnar í Grunninum Tórsvølli um, í hvørjum líki landsstadionið eigur at verða gjørt, stendur við. Orsakað av ósemjuni, er komið fram, at Grunnurin Tórsvøllur hevur lænt 1 millión frá HB-stuðlum.

Heðin Mortensen, ið ikki tekur undir við, at Tórsvallarætlanin verður framd í skerdum líki, heldur tað vera undranarvert, at HB fer út at reka bankavirksemi nú. - Hetta er tað sama, ið hendi í danska fótbóltsfelagnum Brøndby, sigur Heðin Mortensen. - Eina tíð gekst teimum so væl, at teir settu ein banka á stovn. Brøndby Bank fór á húsagang. Poul lænir pengar frá sær sjálvum, til ætlanina hjá sær og rindar rentur yvirumaftur - soleiðis havi eg skilt tað, sigur ÍSF-umboðið í Grunninum Tórsvølli við Sosialin.

Poul Michelsen, formaður í Grunninum Tórsvølli, er sera vónsvikan av og firtin um, at øll orkan, ið hann og mong við honum hava lagt í hesa ætlanina, nú verður gjørd til ein spurning um persónar og teirra persónligu áhugamál. - Øll orkan í Tórsvallarætlanini kemur frá fótbóltinum, tí tað er í fótbóltinum, at orkan er, sigur Poul Michelsen. - Eg eri formaður í Havnar Fótbólti, ikki í HB-stuðlum, ið hava veitt Grunninum lán, sigur formaðurin í Grunninum Tórsvølli avgjørdur.

HB-stuðlar sendu Grunninum Tórsvølli bræv, og bjóðaðu sær, at læna Grunninum eina millión. Hetta varð viðgjørt í nevndini fyri Tórsvøll, og teir hava fingið 2. veðrætt í vøllinum. Rentan á láninum, ið HB-stuðlar hava játtað er sambært Poul, 7 %.

Spurdur um hann ikki heldur, at fólk kunnu fáa ta fatan, at landsstadionið, Tórsvøllur, gerst ein heldur smøl lokal ætlan, tá fótbóltsstuðlar her í høvuðsstaðnum skulu eiga í, sigur Poul Michelsen, at hesin fíggingarháttur gjørdust neyðugur, tí tað hevur verið so torført at fingið fígging úr peningastovninum. - Vit vænta tó, at fáa 1 millión játtaða í láni frá einum peningastovni, og so er lánibyrðan hjá Grunninum so stór, ið hon sambært útrokningum skal vera.

Guttormur Sørensen, ein limur í Grunninum sigur, at hann varð lagdur undir at hava verið við at samtykkja, at ætlanin um skerda Tórsvøllin og lántøkan í hesum sambandi vóru framd. - Men eg havi hvørki verið fyri ella ímóti hesum. Vit høvdu fund í august í fjør, har niðurstøðan var, at nevndin fór at koma við einum tilmæli um, hvat skuldi gerast í ætlanini í november. Í byrjanini av november kallaði Poul Michelsen sostatt til fundar í hølum hjá Torleif Sigurðsson her í Klaksvík, sigur Guttormur.

Á hesum fundi kom Poul Michelsen við eini tekning og eini fíggjarætlan fyri ta skerdu ætlanina. Guttormur hevði onga dagsskrá fingið ella nakað annað, sum kundi benda á, hvat var í umbúna.

Formaðurin í Grunninum Tórsvølli greiðir á fundinum frá, hvør ætlanin við Tórsvølli er. Nakrar dagar seinni verður fundarfrásøgn send. Í henni stendur at teir tríggjir, Poul Michelsen, Torleif Sigurðsson og Guttormur Sørensen, hava samtykt, at Tórsvallarætlanin skal setast í verk í skerdum líki. - Uttan at koma inná, hvat sagt varð á fundinum, kann eg siga, at eg onga hóming hevði av, at hetta var tað, vit høvdu samtykt, sigur Guttormur og leggur afturat at tað antin er Poul ella Jógvan Páll Lassen ið eru komnir við hesum lánimøguleikanum.

Jógvan Páll Lassen er ráðgevi hjá Grunninum, serliga í sambandi við at Grunnurin er umskipaður frá einum áhugabólki til eina løgfrøðiliga eind.

Poul Michelsen, sigur við Sosialin, at Grunnurin er vinnurekandi, og at tað ikki ber til at fara út í fjølmiðlarnar við tí, ið fer fram á fundunum í nevndini. Hann heldur, at tær atfinningar, ið koma frá summum í nevndini, eru politiskar. - Teir ið sita í nevndini, eiga at avgera, um teir vilja sita í nevndini sum nevndarlimir í einum vinnurekandi grunni við teimum treytum, ið fylgja við einum slíkum starvi, mælir Poul Michelsen til.

Hann vísir aftur, at hann hevur havt duldar ætlanir, og undrast um, at Guttormur sigur seg ikki hava verið samdan í fyribilsætlanini um Tórsvøll. - Vit (Poul og Tórleif - blm) høvdu ta fatan, at Guttormur var samdur í tí, ið var komið fram á fundinum í Klaksvík í november. Heðin Mortensen var ikki við á fundinum.

Poul sigur, at tey sum arbeiða ímóti tí skerdu ætlan, sum er sett í verk í Gundadali, á ongum sinni eru komin við alternativum møguleikum til ta ætlanina, vit av fíggjarligum orsøkum noyddust at góðtaka.

- Harumframt eri eg beinleiðis skelkaður av, at spurnartekin verður settur við sambandið millum HB og Tórsvøll í hesum málinum, sigur hann. - Eg haldi, at tað at blanda meg uppí HB-stuðlar er fullkomuliga burturvið. Eg eri formaður í P/F Havnar Fótbólti, sum eg eri settur at reka undir partafelagslógini, ið nevniliga forðar fyri at áhugamál verða tvinnaði saman.

- Hetta er sera óhugaligt at fáa skoti í skógvarnar frá teimum sum liggja uppafturá og krevja, tá ein sjálvur brúkar størsta partin av tíðini uppá hesa ætlan, sigur Poul Michelsen við Sosialin.