Í HB leguni rokna teir av ringum royndum ferðirnar til Runavíkar sum nakrar av teimum torførastu yvirhøvur.
Seinnapartin er enn ein av hesum túrunum á skránni.
Higartil hevur HB ikki tapt, og tað er kapping um plássini á besta liðnum. Um tað eydnast at vinna fult við Løkin í Runavík seinnapartin, so er møguleiki fyri, at teir svørtu og reyðu taka seg fram millum tey fremstu.
Hjá NSÍ var tað stórt vónbrot, at 2-0 leiðsla varð vend til 3-2 tap á Svangaskarði. Tá noyddust lyklaspælararnir Jens Joensen og Klæmint A. Olsen av vøllinum. Teir eru báðir tøkir undan HB vitjanini.
Seinastu árini hevur NSÍ havt takið, tá ið HB hevur vitjað í Runavík. Síðsta ferðin, at HB vann stig við Løkin, var í 2009, tá ið teir vunnu seinna landskappingardystin 2-0 og longu í 21. umfari mest sum tryggjaðu sær FM heitið.