(Fyrrapartin klokkan 9.45 í morgin verður ein longri samrøða við høvuðsvenjaran hjá HB, Jens Berthel Askou her á in.fo)
Tað verur ein leikvøllur við einari heilt serligari søgu HB skal royna seg á í annaðkvøld klokkan 19 í undankappingini til Europa League.
The Oval eitur heimavøllurin hjá Glentoran FC í Belfast, høvuðsstaðnum í Norðurírlandi.
Leikvøllurin The Oval er upprunaliga frá tí Harrans ári 1892, sama ár sum TB og Liverpool vóru stovnað. Í 1903 fór fyrsta broytingin fram á The Oval. Tá bleiv leikvøllurin snaraður 90 stig, og hesi undanfarnu 117 árini liggur vøllurin framvegis á sama staði.
The Oval fekk undir seinna heimskríggi somu lagnu sum heimavøllurin hjá Manchester United, Old Trafford sum var bumbaður sundur av týska flogvápninum, Luftwaffe.
Undir tiltikna loftálopinum "The Belfast Blitz" á vári í 1941 bleiv The Oval leikvøllurin bumbaður sundur av Luftwaffe, og mátti Glentoran FC verða sín heimavøll fyri uttan í heili átta ár. Ikki fyrrenn í 1949 var spælandi aftur á The Oval leikvøllinum.
The Oval leikvøllurin og kringumstøðurnar fingu eina størri umvæling í 2000.
The Oval leikvøllurin hevur vanliga 6.050 UEFA-góðkend sitipláss. Teimum verður tað so ikki brúk fyri í morgin.
8. oktober 2011 tapti føroyska U21-landsliðið í einum EM-undankappingardysti greitt 0-4 fyri Norðurírlandi á The Oval leikvøllinum, ið er ein tiltikin stórur leikvøllur.
HER ber til at síggja oddsini altjóða veddingarfyritøkur hava uppá dystin millum Glentoran FC og HB.