HB-spælarar seldir til Aberdeen

Hallur Hansson og Gilli Sørensen skrivaðu um vikuskiftið undir sáttmála við skotska Aberdeen

Fótbóltur

 

Teir báðir skulu nú limast inn á Footballl College íu Aberdenn, har teir skulu ganga í skúla og annars hugsa um fótbóltin.

- Talan er um tveir sera evnaríkar leikarar úr okkara dreingjadeild, sum eisini eru fastir menn á U17-landsliðnum. At Aberdeen FC skrivar undir avtalu við Hall og Gilla, er tí, at teir síggja eitt stórt potentiali í teimum, sigur Niels Juel Arge, varaformaður í HB.

Hann heldur tað verða spennandi at síggja, hvussu teir fara at mennast sum fótbóltsleikarar.

- Teir koma í eitt umhvørvið, har ið nógvir eru um boði, og tað fer ivaleyst at menna teir, Sigur Niels Juel Arge.

Jákup í Stórustovu, leikaraumboðsmaður í NAFA, hevur staðið fyri samráðingunum við Aberdeen vegna leikararnar. Í samband við søluna hevur HB eina samstarvsavtalu við TB um Gilla, sum kom til HB úr TB fyrr í ár.