Nógv hevur verið tosað um gula kompleksið hjá HB, og um tað var tað, sum mól í høvdinum á leikarunum hjá heimaliðnum, er ikki gott at vita. Í hvussu er høvdu HB-leikararnir ógvuliga trupult við at fáa spælið at hanga saman í fyrra hálvleiki.
HB-venjarin hevði valt at seta mortan úr Hørg og Rasmus Nolsøe á beinkin til dystin móti GÍ, og lat so Jákup á Borg operera á høgra bakki, nakað, ið langt frá skuldi vísa seg at vera nakað gott hugskot.
Tað var lítið at síggja til nakað flótandi fótbóltsspæl, og tað sum var, átti GÍ. Tað tóktist sum verjan hjá HB skuldi brúka væl av tíð at koma upp í snúningar, og tvær ferðir var hepni betri enn skilið hjá heimaliðnum, tá fyrst Hendrik Rubeksen gjørdist leysur í høgru, men skotið frá honum rakti stongina og út, og løtu seinni var Lundberg spældur væl leysur, men tá hevði Tróndur Vatnhamar sera góða bjarging.
Hóast hesar ávaringar var HB-verjan ikki nóg ansin, og tá tjúgu minuttir vóru spældir sendi Hendrik Rubeksen hegnisliga snúrandi avlevering inn um HB-verjuna, har Christian Lundberg kundi renna frá sínum mótstøðumonnum, sneiða Vatnhamar av og so var lætt spæl at seta bóltin í málið til 1-0 til gestirnar.
HB fekk ongantíð tak á spælinum í fyrra hálvleiki, og sjálvt um Jákup á Borg ofta fekk h´lvan flogvøll at renna á í høgru síðu, so kom einki burtur úr hansara innleggum. Heimaliðið gjørdist ongantíð vandamikið, og tær skotroyndir og hálvu møguleikar, sum HB fekk, tók Geza Túri sær av, tá teir raktu innan fyri málrammurnar.
GÍ mátti skifta fólk longu áðrenn farið var til hálvleiks, tá Símun L. Jacobsen mátti av vølli, og inn fyri hann kom Sverri Jacobsen.
Hamskift HB
Seinastu fimm minuttirnar royndu bæði lið at gera sínar atsóknir, men hóast HB fekk lagt nakað, sum líktist einum trýsti á GÍ-málið, vóru tað gestirnir, sum vóru nærri við móti endanum av hálvleikinum. Men Hendrik sendi upp um frá spískum.
Í hálvleikssteðginum gjørdi Albert Ellefsen av at seta Mortan úr Hørg inn á høgra bakk og flyta Jákup á Borg fram á miðuna, og tað gav beinanvegin eitt heilt annað HB-spæl. Heimaliðið legði nú eitt veruligt trýst á GÍ-verjuna, sum vardi meiri og meiri desperat. Til tíðir minti tað um stríðsvilja á landsliðnum á sinni í Landskrona, tá GÍ-verjuleikarar tveittu seg í taklingar.
Fyrsta korterið av seinna hálvleiki megnaðu gøtumenn at halda HB frá teimum heilt stóru møguleikunum, og Geza Túri hevði onkra hissini bjarging, uttan tó at noyðast at fara í fulla longd.
Men tá so gott korter er farið av seinna umfari gongur ikki longur hjá GÍ-verjuni. Milan Kuljic lyftir bóltin yvir í vinstru síðu, har Andrew á Fløtum gerst rættiliga fríur, og úr brotssparkshorninum lyftir fyrrverandi Fremad Amager leikarin bóltin upp um framstormandi GÍ-málverjan, og so er 1-1.
Flestu áskoðarar mundu nú fáa eina greiða kenslu av, at tá HB fyrst hevði fingið hol á, mundu teir fáa fleiri mál. Og so var. Jákup á Borg, hesaferð í vinstru síðu, stríðir seg fram móti baklinjuni og sendir inn til Andrew, sum enn einaferð vísir hvussu vandamikil hann er í brotsteiginum, og so var 2-1.
Og nú gekk skjótt. Longu minuttin eftir vinnur Andrew enn ein bólt í vinstru, spælir ein fullkomiliga frían Rók av Fløtum Jespersen mitt fyri málinum, og hann svíkur inni, sendir bóltin dygst inn við vinstru stong til 3-1.
GÍ veingjaskert
Andrew av Fløtum, sum lítið hevði verið at sæð til í fyrra hálvleiki – eins og restini av HB-leikarunum – hevði eina sera góða løtu, og tað var eisini hann, ið var meistari fyri fjórða málinum. Hetta kom tá Niclas í GÍ-verjuni sløsaði so Andrew fekk takla bóltin av honum. HB-leikarin trekti inn í brotssparksteigin til høgru við báðum GÍ-leikarunum í hølinum, og við lítlari fintu kundi hann leggja yvir til Rók enn einaferð, sum aftur púra fríur sendi í málið til endaliga úrslitið 4-1.
GÍ-verjan kollapsaði fullkomiliga hesa løtuna, og gestirnir tóktist í heila tikið ongantíð at finna rútmuna í seinna hálvleiki. Tróndur í HB-málinum fekk seg tískil ongantíð veruliga royndan í seinna hálvleiki, sum heimaliðið stýrdi allan sum hann var.
Tað kundi endað enn verri – ella rættari átti – tá innskifti Emil Leifsson spældi seg leysan í vinstru síðu, men innleggið frá honum mundi jákup sent út til innkast heldur enn í tóma GÍ-málið.
Gestirnir iðra seg uttan iva um risamøguleikarnar í byrjanini av dystinum. Fyrri hálvleikur var í heila tikið tann betri hjá GÍ, og teir kundi sum longu nevnt fleiri ferðir havt tryggari leiðslu í hálvleikinum.
HB hinvegin fekk fulla nyttu av spælinum, tá Jákup kom fram á miðvøllin at leika. Um munurin var so stórur á spælinum sum úrslitið bendir á eru helst fleiri meiningar um. Eingin kann tó fílast á, at heimaliðið vann, tí samlað mett um sppæl og møguleikar vóru teir tað betra liðið.
HB-GÍ 4-1 (0-1)
0-1 Christian Lundberg (21)
1-1 Andrew av Fløtum (62)
2-1 Andrew av Fløtum (69)
3-1 Rókur av Fløtum Jespersen (70)
4-1 Rókur av Fløtum Jespersen (73)
HB: Tróndur Vatnhamar – Poul Thomas Dam (Rasmus Nolsøe 65), Vagnur Mohr Mortensen, Hans á Lag, Jákup á Borg – Kári Nielsen, Milan Kuljic, Ólavur í Ólavstovu (Mortan úr Hørg 46), Páll M. Joensen (Emil Leifsson 71) - Rókur av Fløtum Jespersen, Andrew av Fløtum
Dómari: Dagfinn Olsen
Gult kort: Kári Nielsen
GÍ: Géza Túri – Poul Johannes Justinussen (Poul Ennigarð 59), Atli Gregersen, Niclas Niclasen, Hans Pauli Petersen (Jónreid Dalheim 80) – Sam Jacobsen, Sámal Joensen Magnus Skoralíð, Símun L. Jacobsen (Sverri Jacobsen 39) – Christian Lundberg, Hendrik Rubeksen
Gult kort: Niclas Niclasen