HB skikkaði sær best

HB fór avstað við fyrsta heiðurinum á ársins-tiltakinum í kvøld.

Ársins-tiltakið hjá Miðlahúsinum og Fótbóltssambandinum er farið av bakkastokki, og fyrsti heiðurin, ið varð latin, var tað sokallaða Fair play-steypið.


Hetta steypið verður latið til tað liðið, ið hevur fingið fæst sektarstig – liðið, sum ein kann siga hevur skikkað sær best í mun til gul og reyð kort.


HB og B36 kappaðust um at fáa hetta steypið, og tá ið avtornaði var tað HB, sum vann Fair play-steypið 2017. Í fjør var tað ÍF, sum vann hetta steypið.