HB-Skála 0-2: Hoyr málini og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Eyðun Klakstein (Skála) og Heimir Guðjónsson (HB)

Skála er tað stóra jaliga innslagið í Betrideildini hjá monnum higartil í ár. Í dag koppaði Skála verandi føroyameistarunum, HB við einum 2-0 sigri á ovara vølli í Gundadali í Havn. Ronnie Møller Iversen legði Skála á odda við einum brotssparki stutt undan steðginum, og tá 12 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki økti Jákup Johansen til 2-0, ið gjørdist endaliga úrslitið. HB hevði tríggjar royndir á træverkið, men hevði ikki skoteydnuna við sær í dag. 

Trýst á pílin undir myndini, og hoyr frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum báðum málunum, ið komu í dystinum í Gundadali.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein sum stórfegnast um, at Skála nú eisini megnar at vinna á toppliðum. Hann er eisini fegin um, at liðið reisti seg aftur aftaná 1-2 ósigurin móti EB/Streymi í seinasta leikumfarinum.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Heimir Guðjónsson, ið staðfestir, at tað sum bar liðið langt í fjør, tann sterka verjan riggar als ikki í sama mun sum í fjør. 

##med2##

Norðuri í Klaksvík vann KÍ heili 7-0 á TB. Longu í steðginum var støðan 4-0 til KÍ. 

Mánakvøldið klokkan 19 spæla EB/Streymur og ÍF í Hólmanum á Eiði. Týskvøldið klokkan 18 spæla AB og Víkingur úti í Vika á Argjum. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, ið verður spældur við Løkin í Runavík týskvøldið klokkan 19.

Støðan:

NR
1.752019:517 stig
2.Skála750211:315
3.B36 64027:712
4.Víkingur631211:1010
5.NSÍ63129:810
6.HB 723210:109
7.TB 72237:158
8.EB/Streymur62049:86
9.AB 61058:153
10.ÍF 60156:161

 

##ms##