HB boðar frá, at landskappingardysturin millum HB og Víking, sum skuldi verða mikukvøldið 26. apríl, er framskundaður til flaggdagin, 25. apríl klokkan 18. Hetta er útsetti dysturin frá 3. umfari, sum ikki bleiv spældur til ásetta tíð vegna kava.
Mikukvøldið er týdningarmikil hondbóltslandsdystur hjá monnum. Føroyar spæla móti Ukraina í høllini á Hálsi. Hondbóltssambandið hevur boðað frá, at tað er útselt til dystin. 1.500 atgongumerki eru longu seld.
Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur tó lagt útsetta umfarið til júst hendan mikudagin. Tí verður hørð kapping um áhugan hjá ítróttaráhugaðum føroyingum.
Hetta tykist HB hava fangað og hevur flutt dystin. HB og Víkingur møtast eisini í steypakappingini fríggjakvøldið. Sosatt eru nokk av hvílidøgum og feløgini hava somu forteytir at fyri reikar seg í.
Betri deildin menn – 3. umfar:
Týsdagin 25. apríl
HB – Víkingur (18.00)
Mikudagin 26. apríl
TB – ÍF (16.30)
B68 – KÍ (18.00)
AB – 07 Vestur
EB/Streymur – B36
# | Lið | D | V | J | T | MF | MÍ | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | KÍ | 5 | 5 | 0 | 0 | 15 | 2 | 13 | 15 | |
2 | HB | 5 | 4 | 1 | 0 | 14 | 2 | 12 | 13 | |
3 | B36 | 5 | 4 | 0 | 1 | 10 | 4 | 6 | 12 | |
4 | Víkingur | 5 | 2 | 1 | 2 | 11 | 8 | 3 | 7 | |
5 | EB/S | 5 | 2 | 1 | 2 | 4 | 5 | -1 | 7 | |
6 | ÍF | 5 | 2 | 0 | 3 | 6 | 6 | 0 | 6 | |
7 | 07 Vestur | 5 | 1 | 1 | 3 | 6 | 9 | -3 | 4 | |
8 | TB | 5 | 1 | 1 | 3 | 4 | 17 | -13 | 4 | |
9 | B68 | 5 | 0 | 3 | 2 | 5 | 10 | -5 | 3 | |
10 | AB | 5 | 0 | 0 | 5 | 0 | 12 | -12 | 0 |