HB og Víkingur hittast fyri 40. ferð

Tølini siga, at HB hevur verið greitt omaná í Gundadali og eisini vunnið meiri í Gøtu

Klokkan 19 í kvøld verður fyrsta bríksl í fyrsta dystinum í triðja umfari í landskappingini í bestu deildini.

Merkisvert er tað, at hetta er 40. ferðin, at Víkingur og HB bresta saman í landskappingini, síðani Víkingur í 2008 á fyrsta sinni tók lut í bestu deildini.

Higartil í ár hevur Víkingur vunnið ein dyst og spælt ein javnan, og HB hevur vunnið ein dyst og spælt ein javnan.

Tað hevur verið tosað um, at tað á liðnum hjá Víkingi eru nógvir ungir spælarar, meðan tað hevur verið minni tosað um, at fleiri av HB spælarunum eru ungir.

Merkisvert er tað, at tað higartil hava verið fleiri spælarar á HB liðnum, sum eru 25 ár og yngri, enn tað eru á liðnum hjá Víkingi.

Hjá Víkingi hava tað higartil í ár verið átta spælarar, sum eru 25 ár og yngri enn tað, og hjá HB eru tað 11 spælarar, sum eru 25 ár og yngri.

Dysturin í Sarpugerði í kvøld er nummar 40 í landskappingini í bestu deildini millum hesi bæði feløgini. 16 dystir hava verið í Sarpugerði, og 23 dystir hava verið í Gundadali.

HB hevur vunnið fleiri dystir enn Víkingur – bæði í Sarpugerði og Gundadali. Í Gøtu hevur HB vunnið sjey dystir, Víkingur hevur vunnið fimm dystir, og fýra ferðir er tað endað javnt. Málmunurin er 25 – 23 til fyrimunar fyri HB.

Í Gundadali hevur HB vunnið 11 dystir, Víkingur hevur vunnið fýra dystir, og átta ferðir er tað endað javnt. Málmunurin er 41 – 25 til fyrimunar fyri HB.

Víkingur – HB: Rúni Gaardbo kl. 19.00.