HB og KÍ hittast í fyrsta umfari

LØGMANSSTEYPIÐ: Ein annar stórdystur í fyrsta umfari verður tað, tá ið Víkingur fær vitjan av NSÍ

Í fjør vann HB finaluna um løgmanssteypið ímóti B36 – eftir longda leiktíð og brotssparkskapping.

 

Á vegnum móti finaluni var eitt av mótstøðuliðunum KÍ. Tað var longu í fyrsta umfari, at KÍ 24. apríl hevði vitjan av HB, sum fór úr Klaksvík við 3-2 sigri.

 

Eftir stórsteypadystin í kvøld, sum HB vann 2-0 ímóti Víkingi, var lutur drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið.

 

Tað vóru Heðin Arge fyri Televarpið og Teitur Matras Gestsson fyrrverandi HB málverji, sum tóku sær av lutakastinum.

 

Og lutakastið lagaði seg soleiðis, at tað aftur í ár vera HB og KÍ, sum bresta saman í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið. Nú verður tað á ovara vølli í Gundadali.

 

Lutakastið ber við sær, at tað annaðhvørt HB ella KÍ longu í fyrsta umfari verður varpað úr steypakappingini.

 

Lutakastið bar eisini við sær, at tað í fyrsta umfari verður grannauppgerð í Eysturoy, tá ið Víkingur fær vitjan av NSÍ.

 

Tað er greitt, at í hvussu so er eitt felag úr lægri deild enn tí bestu fer at spæla fjórðingsfinalu, tí í fyrsta umfari hittast FC Hoyvík úr 2. deild og B71 úr 1. deild.

 

 

 

Fyrsta umfar

 

7. ella 9. apríl

 

FC Hoyvík – B71

 

Skála – TB

 

B68 – ÍF

 

Víkingur – NSÍ

 

AB – FC Suðuroy

 

HB – KÍ

 

07 Vestur – B36

 

Fjórðingsfinalan

 

21. apríl

 

##med2##

 

tv.fo