HB og EB/Streymur hungra

Tey bæði bestu liðini í landskappingini í fjør hava enn ikki vunnið í nýggju kappingini, so nú eru tey farin at svongjast eftir stigum

Fótbóltur: Nú triðja umfar í Vodafonedeildini stendur fyri durum, hevur verið smáligt hjá HB og EB/Streymi, sum vunnu ávikavist gull og silvur í landskappingini í fjør. HB hevur fingið tveir javnleikir og EB/Streymur bara ein, og hvørki liðið hevur enn vunnið.
HB tekur sunnudagin ímóti AB í Gundadali, og burtur úr tí dystinum skal HB hava trý stig, um liðið aftur skal líkjast einum av teimum, ið ætla sær heilt fram ígjøgnum at kappast. Tað sama er uppaftur meira galdandi fyri EB/Streym, sum við Margáir tekur ímóti FC Suðuroy, ið enn ikki er farið av vølli uttan stig.
Dysturin við Løkin millum NSÍ og Víking er eisini ein dystur, har nakað stendur upp á spæl. NSÍ hevur bara eitt stig á kontuni, so tí skal nakað henda ímóti Víkingi, ið hinvegin er næstfremst á stigatalvuni við fýra stigum.
Fjórði dysturin sunnudagin er millum árstalsfeløgini, B71 og B36, sum eru byrjað í hvør sínum enda. B71 er niðast, men er bara eitt av fleiri liðum við einum stigi, meðan B36 hevur lagt fyri sum eitt ódnarveður og er einasta liðið við fullum stigatali.
Mánakvøldið verður fimti dysturin spældur á Toftum, har B68 tekur ímóti ÍF. Toftamenn løgdu bragdliga fyri við stórsigri í fyrsta dystinum, men fingu einki annan páskadag, meðan ÍF hinvegin hevur fingið eina fína byrjan, ið higartil hevur kastað fýra stig og eitt triðjapláss av sær.