HB lokkar stórtalent til Havnar

Betri deildin kvinnur: HB hevur gjørt sáttmála við 17-ára gamlu Lisu Haraldsen úr Sørvági

Mynd: (HB) Lukasz Cieslewicz, venjari, og Lisa Haraldsen

Besta kvinnuliðið hjá HB er í holt við at fyrireika seg til komandi kappingarár. Tað hevur verið nakað av navnframari frágongd seinasta árið. Millum annað fór Rebekka Benbakoura til KÍ og Sara Lamhauge fór til NSÍ.

 

HB hevur nú valt at satsa ungt og felagið boðar nú frá, at 17-ára gamla Lisa Haraldsen úr Sørvági spælir komandi kappingarár við HB.

 

- Álopssinaði spælarin hevur spælt øll síni barnaár við 07 Vestur og er eisini skrásett fyri 48 dystir og 12 mál (faroesoccer) har vesturi. Lisa hevur umboðað Føroyar á øllum ungdómslandsliðunum, og eisini her hevur Lisa skorað fleiri mál. Lisa er serliga kend fyri sítt máltev og sanniliga eisini sína sera stóru arbeiðsorku, skrivar HB.

 

HB endaði á triðja plássi í fjør. Venjari er Lukasz Cieslewicz.

 

Mynd: (HB) Lukasz Cieslewicz, venjari, og Lisa Haraldsen