Tað er ramur gullroykur í HB húsinum, har teir í kvøld fegnast um 4-2 heimasigurin ímóti ÍF.
Sigurin ber við sær, at HB aftur er topplið. HB er eitt stig frammanfyri KÍ, og HB hevur spælt ein dyst færri enn klaksvíkingar.
Seks mál boða frá góðum undirhaldi, og soleiðis var tað, hóast umstøðurnar í kvøld ikki vóru av teimum bestu. Tað vóru hvassar hvirlur, og ælingarnir vóru rættiliga frekir.
HB var leikliga oman á alla tíðina. Tað gekk skjótt fyri seg, nógvir bjóðaðu seg støðugt til, og talan var um nógvar góðar støður og málmøguleikar, sum kundi havt borið uppaftur fleiri mál við sær, og fleiri ferðir hjálptu bæði stólpar og tvørtræ fuglfirðingum, umframt at Jákup Nolsøe Olsen var raskur millum ÍF stólparnar.
ÍF var darvað av, at liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard ikki var tøkur. Tí var Hákun Edmundsson í miðverjuni saman við Jens Joensen, og tað bar so aftur við sær, at tað var neyðugt at umskipa miðvøllin, har Sámal Joensen var skilagóður í samanspælinum, og Karl Løkin vísti hugburðin, sum ger hann til undangongumann.
Fuglfirðingar vístu góðan hugburð, og teir vóru tilvitaðir um, at tað var neyðugt at royna at spæla seg úr trongunum heldur enn at sparka. Tað eydnaðist ikki so sjáldan, hóast HB pressaði ógvuliga frammarlaga, og tá ið tað ikki bar til, so valdu teir at sparka framum frammarlaga staddu mótstøðumenninar.
Merkisvert var tað, at bæði Uros Stojanov hjá ÍF og Mikkel Dahl hjá HB vóru tvímálaskjúttar.
Hetta vóru fyrstu málini hjá Uros Stojanov síðani í ólavsøkuumfarinum, tá ið tað endaði 2-2 á Argjum, og Uros Stojanov skoraði annað málið. Uros Stojanov er toppskjútti hjá ÍF við 13 málum.
Mikkel Dahl var í kvøld fyri sjeyndu ferð á HB liðnum, og tað er øgilig úrtøka, nú hann hevur skorað tíggju mál.
ÍF hevur tapt seks tær seinastu ferðirnar. Síðsti ÍF sigurin var 12. juli á heimavølli, tá ið ÍF vann 3-0 ímóti Skála. 27. juli endaði tað 2-2 á Argjum, og síðani tá hevur ÍF einki stig vunnið.
Mikkel Dahl setti hol á við bleytum stútara við handara stólpa og upp um málverjan eftir framlegging úr høgru frá Mathias Nygaard. Tá vóru 20 minuttir farnir, og tað kendist sum um, at tað bara var ein spurningur um tíð, áðrenn heimaliðið fór at økja um leiðsluna.
Men so var tað, tá ið ein hálvur tími var farin, at ÍF javnaði. Hans Jákup Lervig legði innfyri úr vinstru, og við handara stólpa stakk Uros Stojanov seg upp og sendi við høvdinum bóltin í málið, og so var tað 1-1.
Tíggju minuttir undan steðginum legði HB seg aftur á odda. Mathias Nygaard plaffaði bóltin upp undir nettakið úr sjey metra fjarstøðu eftir spæl til baklinjuna í høgru og eftir at Mikkel Dahl legði aftur til Mathias Nygaard.
Dómarin legði fýra minuttir aftrat fyrra hálvleiki, og tá vórðu tvey mál skorað.
HB miðverjin Bartal Wardum stútaði eftir horna úr vinstru frá Adrian Justinussen til 3-1, og so var tað, at Uros Stojanov varð tvífaldur málskjútti og minkaði um munin til 3-2. Tað var eftir langa framlegging og misskiljing í HB verjuni.
Mikkel Dahl varð tvífaldur málskjútti, tá ið hann sjey minuttir eftir steðgin hegnisliga stýrdi bóltin í málið eftir innlegg úr høgru frá Daniel Johansen.
HB skal mikukvøldið norður til Margáir at spæla ímóti EB/Streymi, og ÍF skal spæla oyggjauppgerð á Skála.
HB – ÍF 4-2 (3-2)
1-0: Mikkel Dahl 20.
1-1: Uros Stojanov 31.
2-1: Mathias Nygaard 36.
3-1: Bartal Wardum 45.
3-2: Uros Stojanov 45.
4-2: Mikkel Dahl 54.
Dómari: Alex Troleis
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Daniel Johansen – Mathias Nygaard, Heðin Hansen, Dan í Soylu (Tróndur Jensen, 83.) – Pætur J. Petersen (Øssur M. Dalbúð, 72.), Mikkel Dahl (Hilmar Leon Jakobsen, 63.), Adrian Justinussen
Gult kort: Adrian Justinussen
Venjari: Jens Berthel Askou
ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli Nielsen, Hákun Edmundsson, Jens Joensen, Andy Ó. Olsen – Karl Løkin, Sámal Joensen – Gundur E. Petersen, Filip Djordjevic (Pól Jákup Lundsbjerg, 92.), Hans Jákup Lervig – Uros Stojanov
HB | 19 | 16 | 1 | 2 | 57 | 16 | 49 |
KÍ | 20 | 15 | 3 | 2 | 58 | 18 | 48 |
NSÍ | 19 | 13 | 2 | 4 | 38 | 15 | 41 |
B36 | 18 | 13 | 1 | 4 | 54 | 24 | 40 |
Víkingur | 20 | 12 | 2 | 6 | 41 | 29 | 38 |
ÍF | 19 | 6 | 2 | 11 | 22 | 40 | 20 |
EB/Streymur | 20 | 6 | 1 | 13 | 17 | 44 | 19 |
TB | 20 | 3 | 5 | 12 | 14 | 27 | 14 |
AB | 20 | 0 | 7 | 13 | 12 | 58 | 7 |
Skála | 19 | 0 | 2 | 17 | 10 | 52 | 2 |
Mikudagin 23. september
Víkingur - AB
Skála - ÍF
EB/Streymur - HB
TB - NSÍ
Hósdagin 24. september
Europa League
KÍ - Dinamo Tbilisi kl. 19.00
CSKA Sofia - B36 kl. 18.00