Einasta liðið, sum hevur reellan møguleika at taka EB/Streym aftur í FM kappingini er HB.
Í dag eigur HB heimavøll ímóti grannunum í B36, og tað er HB, sum hevur lagt bragdligari fyri.
Fimm minuttir vóru farnir, tá ið HB legði seg á odda. Andrew av Fløtum skoraði málið, eftir innlegg úr høgru og hálvbjarging av Meinhardi Joensen.
Høgættin er góð í Gundadali, har líkindini at spæla fótbólt eru góð í dag.










